Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Umboðan okkara á danatingi

Nú stendur fólkatingsval fyri durum. Hetta er ásett í galdandi lógum. Vit eru nøkur sum halda, at tær lógir, sum hetta áseta, eru ólógligar, og vit vísa á sambandssáttmálan millum okkum og Danmarkar ríki, sum siga at hvør partur er javni hins, og hvørgin kann leggja seg út í innanlands viðurskifti hjá hinum partinum. Men óbidnir samtyktu danir í 1850 eina lóg um at vit skuldu vera umboðaðir á teirra tingi, og henni eru vit ikki slopnir burtur úr aftur, hóast vit á fólkaatkvøðuni 14. september 1946 feldu uppskotið um at hava slíka umboðan. 

Men hvussu er hetta yvirhøvur komið í lag?

Fyrsta vit hoyra um hetta fyribrigdi er í dagbókini hjá krúnprinsinum Kristian, sum 1839-1848 var kongurin Kristian VIII. Hann sat 1831 í statsráðnum, og hann skrivar, at teir høvdu viðgjørt uppskot um stættarting, sum embætismenninir høvdu gjørt. Eitt teir høvdu skotið upp, var at Ísland skuldi vera umboðað á danska stættartinginum. Tann gamli professarin í ríkisrætti, Schlegel, sum visti meir enn nakar annar um rættarstøðuna hjá Danmørk og Noreg, var heilt forfardur av hesum uppskoti. Hann visti jú at Ísland ikki var ein partur av Danmørk, men var ein partur av tí Noreg, sum Danmark hevði sambandssáttmála við. Men honum lurtaðu embætismenninir ikki eftir og tíansheldur stjórnin. Tá hann so ikki fekk viðhald í, at Ísland ikki skuldi hava umboðan í danska stættartinginum, segði hann, at skuldi Ísland hava umboðan, so máttu Føroyar eisini vera við. Talan hevði verið um at Ísland skuldi hava trý umboð, men nú tóku teir eitt burturav at geva Føroyum. 

Hvørki føroyingar ella íslendingar komu tó nakrantíð at velja nakað umboð til stættartingið. Stjórnin valdi umboðini, og tað vóru vanliga fyrrverandi danskir embætismenn sum fingu hetta bein. Í 1840 varð ein adressa send kongi við umbøn um at vit skuldu velja umboð. Burtur úr hesum kom ein nevndarviðgerð, har tað kom fram, at um so var, at vit skuldu velja umboðið, so skuldu vit gjalda tær útreiðslur, sum stóðust av umboðanini. Higartil høvdu vit einki goldið, tí umboðið hevði verið valt av kongi, sum átók sær kostnaðin. Hetta vil siga, at teir, sum skuldu eitast at umboða okkum, vóru goldnir av donsku skattgjaldarunum. Vanliga verður sagt, at ein diplomatur er ein maður, sum fær løn fyri at lúgva fyri sítt land. Tað landið, sum rindaði hesum umboðum. var Danmark, og lugu teir, so var tað til gagn fyri Danmark, sum hevði teir í starvi.

Tá føroyingar fingu at vita, at teir sjálvir skuldu gjalda, um so var, at teir skuldu velja umboð á danating, bakkaðu teir beinanvegin. Hetta hildu teir vera ovboðið, og als ikki pengarnar vert.

Tá fyrsta danating varð valt í 1849 var tí einki umboð fyri Føroyar. Men um jóltíðir 1850 samtyktu danir óbidnir, at føroyingar skuldu vera umboðaðir. Men skuldu teir, eins og fyrr kravt, sjálvir gjalda fyri sína umboðan? Nei, als ikki. Tað skuldi danska stjórnin gera, og legði hon hesa byrðu á donsku skattgjaldararnar og ikki teir føroysku. 

Tað eydnaðist at fáa føroyingar at velja umboð á danating, og var tað ein feitur biti at fáa hjá tí valda, serliga teimum frynsugóðum fyri at takka, sum fáast kundu, um so var at hann fór í part við stjórnini. Okkara fyrsti fólkatingsmaður Niels Winther dugdi ikki hetta so væl, og hann legði sessin frá sær.

Hvussu stóran týdning fyri føroyskan politikk hesar donsku tingmannalønirnar hava havt sóu vit eina best í sambandi við fólkaatkvøðuna í 1946. Tá var Petur Mohr Dam sera ivingasamur um stjórnaruppskotið líka til stjórnin kom við, at vit skuldu fáa ein fólkatingsmann afturat. Tá sá hann tann møguleika, at hann kundi gerast fólkatingsmaður, og gjørdist heitur talsmaður fyri uppskoti stjórnarinnar og sensureraði Sosialin so hart, at tingmaður Javnaðarfloksins Jákup í Jákupsstovu, sum ikki stuðlaði hesum uppskoti, ikki fekk innivist í blaðnum. Tá stjórnaruppskotið fall, gekk Petur donsku stjórnini til handa við at seta partar av tí ið fallið var í gildi, og hvat kom við? Jú rætt gitt: teir tveir fólkatingsmenninir, og eydnaðist tað Damminum at seta seg á annan av hesum sessum tann 28. oktober 1947. Síðani hevur komedian hildið fram, og eftir at staturin í 1987 er farin at gjalda fyri hvørja atkvøðu, er skommin fullkomin. 

Men eitt er tó sera áhugavert. 

Eingin donsk lóg er galdandi í Føroyum uttan so at hon er lýst og sett í gildi her. Danskar lógir verða sendar til ríkisumboðið, sum síðan sendir tær til landsstýrið, og viðhvørt verða tær lagdar fyri løgtingið. Sjálvt lógin um fólkatingsval í Føroyum er lýst her. 

Men henda lóg, sum nú gevur flokkunum 22,50 krónur úr stastkassanum fyri hvørja atkvøðu, teir fáa til fólkatingsval, er ongantíð send til ríkisumboðið, tíansheldur landsstýri ella løgting og er ikki lýst her. Fá hava vitað um hana.

Tað er tí greitt, at talan er um eina óheimilaða útreiðslu hjá danska statinum. Hevði tað verið soleiðis, at hetta fór fram í einum øðrum landi, so er einki at ivast í, at danir høvdu reist uggafjarðarnar og víst á, at talan var um korruptión, ólógligt útgjald av pengum fyri at fáa móttakaran at gera sær eftir vild.

Einasta, vit hava at ugga okkum við, er at tað ber til hjá flokkunum í Føroyum at siga nei til hesar pengar. 

Zakarias Wang