Umboð fyri Tórshavnar kommunu: Frálík vitjan á Bessastøðum
Í sambandi við fundin í Grunninum Nuuk-Reykjavík-Tórshavn hava umboðini fyri Tórshavnar kommunu vitjað á Bessastøðum, har íslendski forsetin Ólavur Ragnar Grímsson var vertur.
Við borgarstjóranum Heðini Mortensen eru býráðslimirnir Marin Katrina Frýdal og Sjúrða Olsen, sum eru limir í nevndini í grunninum, umframt Ingibjørg Berg, kommunustjóri og Jákup Simonsen, mentamálaleiðari. Føroyski sendimaðurin í Reykjavík Hákun Djurhuus var eisini við býráðsumboðunum á Bessastøðum.
Føroysku umboðini fingu eitt innihaldsríkt prát við íslendska forsetan undir hugnaligum umstøðum. Serliga varð tosað um arktiska økið og ta nýggju støðu, økið er komið í, nú altjóða áhugin í náttúrutilfeingi og orku er so ovurhonds stórur.
Eisini varð tosað um framtíðar menningarmøguleikar hjá útnorðurlondunum innan fiskivinnu, tøkni og ikki minst um ferðavinnu, nú áhugin fyri reinum umhvørvi, náttúrupplivingum og ikki minst frískari og ikki ov heitari luft hevur vaksandi áhuga.
Eftir fundin varð farið í kjallaran á Bessastøðum, har ein fornfrøðilig framsýning stendur uppi, og har søgan um staðin við ymsum lutum er lýst seinastu meira enn túsund árini.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Ólavi Ragnar Grímssyni gávur frá Tórshavnar býráði – Bind 1-5 av Havnar Søgu, sum beinanvegin fekk pláss á bókasavninum á Bessastøðum, eina Guðrun & Guðrun troyggju við føroyskum flaggi á ermuni, og forsetin fekk harumframt eitt turriklæði - eisini frá Guðrun & Guðrun - at taka við heim til frúuna.
Í morgin, hósdagin og fríggjadagin er Reykjavíkar kommuna vertur. Tá verður millum annað vitjað í húsunum hjá Halldóri Laxness og í Hørpu. Nærri verður kunnað um hetta seinni.