
Umboð fyri fiskivinnuna á vitjan
Gott og opið samskifti ímillum fiskivinnuna og Havstovuna er ein sjálvfylgja, og nógv er, sum partarnir kunnu umrøða í felag.
Fríggjadagin 6. juli vóru umboð fyri partar av fiskivinnuni og umboð fyri peningastovnar á vitjan á Havstovuni, fyri at frætta um nýggj kanningarúrslit og fyri í felag at kjakast um útlit.
Evnini, ið blivu viðgjørd, vóru:
- Æti á Landgrunninum
- Yngulkanningarnar á Landgrunninum, ið júst eru lidnar
- Nýggjastu stovnsmetingarnar og gongdin í stovnunum hjá toski, hýsu og upsa
- Nýggjastu úrslitini frá kanningum av uppsjóvarfiski