Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Um nakar fær ov lítið, so er tað ikki, tí at ov lítið er til, men tí at ójavnt er býtt

Eitt sambandsmantra til verju av framdum og stuðlaðum høgraradikalum stættarpolitikki ljóðar: blokkstuðulsniðurskurðurin. Fólkaflokkurin leggur annars bandittapolitikkin til rættis, krevur lýdni og stendur við tiknu avgerðirnar, meðan hann fyrireikar tær næstu. Teir smáu flokkarnir rópa upp um fosturtøku og tunnlar og lata seg annars leiða til at fremja politiskt og fíggjarligt órættvísi. Ein fullkomin parodiur upp á fólkastýri, sum í praksis vísir seg at vera eitt einflokkastýri við trimum halum. Í tí høpi vita flest øll, hvar fólkaflokkurin er. Men hvar er, og hvat ger sambandsflokkurin? Fæst hann bert við blokktrupulleikar?

Sambandsflokkurin hevur søguliga sæð verið ein sosial-liberalur flokkur við einum sløð av konservatismu og við einum menniskjansligum andliti. Men nú -hann er kropin upp í fólkafloksleypin,- líkist hann alt meira og meira bandittunum, hvørs høgraradikala politik hann slættar vegin fyri í einum ongantíð áður sæddum stættarpolitikki.

Og øll vita, at hesin karráði politikkur hevði als ikki fingið so mikið sum fótin fyri seg uttan við sambandsfloksins fulla stuðli. Men hvat sker, tá fólkið loyvir sær at tala at. Jú, sambandsmenninir og sambandskvinnurnar, ið fíggjarliga neyðtaka tey veiku, tey sjúku, tey gomlu og fremja stættarmun av dimensiónum, tey sláa samfelt hendurnar saman, sláa kors fyri seg, meðan tey við himmalvendum eygum og pátiknum røddum murra stríðssong sambandsfloksins:

Góðu tit! Tað vóru ikki vit. Blokkin hava teir skorðið, tí er her so vorðið.

Slíkar kávalótir og uppblástan sjónleik fer fólkið vónandi at svara upp á, tá fyrsta høvi býðst, tí alt fleiri fara at kunna gjøgnumskoa tann óhugnaliga politiska og fíggjarliga leikin við teimum stóru negativu avleiðingunum, ið standast av einum gjøgnumførdum bandittapolitikki, ið als ikki hevði kunnað fingið fótin fyri seg uttan við 100% stuðli frá sambandsflokkinum, So kunnu tey tosa um blokk, og hvat tey annars kunnu finna upp á sum umbering. Teir/tey mugu taka avgerðir fyri teirra gerðir fyrr ella seinri.

Eitt er vist og kann slást fast við sjeytummaseymi, og tað er, at um onkur hevur ov lítið (og tað eru tað mong, ið hava), so er tað hvørki tí, at ov lítið er til, ella tí at blokkurin er skorðín, men tí at ójavnt er býtt, og tað hava sambandsmenn og sambandskvinnur í høgraradikalu samgonguni gjørt, og tað fara tey at gera so leingi, samgongan verður sitandi.

Dagfinnur Danbjørg