Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

UM KÁRATUNNILIN!

Ein sera stórur meiriluti av føroyingum er í móti at tveita pening fyri ein heilan SUÐURTUNNIL av landinum við at binda seg til CIP.

Hvat er so at gera tá vanstýrissamgongan hevur samtykt alt frammanundan? Tá Kaj Leo og ...Jørgin onki munagott gera í málinum, - uttan at egna fyri kalva við 150 luftmiljónum? Nú mugu vit vóna at Rættarnevndin ger tað sum so ofta er gjørt fyrr:

At málið ikki kemur úr aftur nevndini. Tað eru einans fimm dagar til 31. august. Skilabetri er at gjalda eina miljón fyri Káralyftini enn tríggjar miljardir fyri eina ódemokratiska løgtingssamtykt, íð er so beint í móti fólkaviljanum.

Tað verður jú val aftur.

Hanus Vang