Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

UM HITAPUMPUR

Vit brúktu 2400 litrar av olju árliga.

Tað gav eitt útlát av CO2 á 5,76 tons um árið.

Tað gav eisini 18.000 KWH av upphiting og heitum vatni.

Vit skiftu til hitapumpu ”luft til vætu”, og roknaðu við COP-tali á 3.

Soleiðis skuldu 6000 KWH keypast frá SEV árliga.

Tað hevur hildið heilt væl higartil, í sjey ár.

So er spurningurin hvussu nógv útlát SEV hevur av at veita hesar 6000 KWH til okkara.

Í meðal eru eini 60 % av orkuni hjá SEV frá olju. Tað gevur útlát á 2,16 tons av CO2 um árið.

So her er munagóð minking!

So eru tað tey sum siga at øll tey íð fáa sær hitapumpur einans flyta oljutangan inn á Sund. At orkan til hitapumpur einans kemur frá olju á Sundsverkinum. Løgin pástandur.

Um so er hvussu sær so út við eitt nú útláti?

Jú tað verða 3,6 tons, so sjálvt her ein munagóð minking frá 5,76 tonsum.

Fíggjarliga hevur íløgan borið seg væl.

Tann ”seinast syfti seiðurin” verður helst at fáa SEV at hjálpa brúkarum sum ynskja at fáa sólkyknur og húsamyllur at knýta í ”bassengið” sum vit øll eiga.

Hanus Vang, verkfrøðingur