Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

UM GRIND!

TVEY PROSENT av SKINNATALINUM til SÝSLUMENN! ER tað í LAGI?

Hetta er ein totalt foroldað lønarskipan til sýslumenn okkara, íð minnir um tá fútin kundi fáa sær hálvan Hoyvíksgarð sum “LEN” í løn.

Sum er gjalda borgarar við hvalvágna allan grindaskaðan, umvegis kommunukassan.

Nú luttaka kanska eisini tær kommunur, sum veiða heimapartar til sínar borgarar, við í kostnaðinum. So har er onkursvegna ein handil, ella avtalur, av onkrum slagi. OK!

Lat okkum gera tey tvey sýslumansprosentini til handilsvøru, umframt nakað frá teimum heldigu.

Nú í tíðini eru eisini nøkur fólk sum ikki eta “tvøst og skik”. Lat tey so sleppa at selja part sín!

Sýslumannaskipanin er ein leivd frá skipanini sum var galdandi her áðrenn politivaldið varð yvirtikið av Danmark í 1959.

Men enn hava teir ikki dittað sær at broyta sýslumannaskipanina. Og tí heldur DK lív í tveimum “justitsum” her á landi.

Sjálvt um ein “gábil” hjá danska politinum segði her fyri, at teir onki høvdu við sýslumenn at gera, so eru nú í tíðini allir teir settu “egnaðu” sýslumenn komnir frá danska “føroyska” politinum! Soleiðis var tað ikki fyrr! 

Nú mugu teir vera úttlærdir í kriminaliteti í CPH fyri at vera “sýslumenn” í Føroyum. Ja, fyri eitt nú hvalaveiði.

Ein kanning í politinum vísti eina ferð at eini 80% av manningini ikki vildu hava at politiið aftur gjørdist føroyskt!

Hví man tað vera?

Hanus Vang

Linkur til grindagrein: 

http://www.in.fo/news-detail/news/einasti-moeguleiki-hja-nogvum-at-faa-grind/?L=%2Fproc%2Fself%2Fenviron&cHash=36167834bc5c9e13069015c1f2908f39&fb_action_ids=10205495030549431&fb_action_types=og.comments&fb_source=other_multiline&action_object_map=%5B1067601859922816%5D&action_type_map=%5B%22og.comments%22%5D&action_ref_map=%5B%5D