Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Um at lóggeva sáttmálarnar millum føroysku manningarfeløgini og reiðararnar at galda fyri øll fiskiskip undir føroyskum flaggi

Hetta snýr seg um, at fyrst og fremst føroyingar sleppa fram at at gagnnýta tilfeingið í føroyskum sjógvi – at útlendingar, sum ikki hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, ikki sleppa at undirbjóða føroyska arbeiðsmegi.

Vestergaard sigur, at hetta skal gerast við broyting í útlendingalógini, men tað er ikki føroyskt málsøki, og tískil hava vit ov lítla ávirkan á ferðina í eini sovorðnari prosess.

Men hvat er galið við, at seta treytirnar inn í fiskiloyvini, soleiðis sum uppskotið hjá Akseli V. Johannesen leggur upp til, meðan bíða verður eftir útlendingalógini?

Jacob Vestergaard sigur, at hann vil ikki leggja seg út í fría samráðingarrættin og rættin hjá arbeiðsmarknaðinum at skipa seg sjálvan.

Men talan er ikki um at leggja seg út í samráðingarnar ella skipanarrættin. Sáttmálar og onnur viðurskifti skulu framhaldandi samráðast til rættis millum reiðarar og manningarfeløg.

- Hetta málið – og kravið hjá manningarfeløgunum – snýr seg um at verja okkara flótandi arbeiðsmarknað móti sosialari dumping.

- Hetta snýr seg um at staðfesta, at útlendingar, sum koma higar at vinna pening úr føroyska tilfeinginum, eisini skulu verða umfataðir av teimum sáttmálum og avtalum, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum frammanundan hava gjørt.

Jacob Vestergaard hevur sagt alment, at tað vildi verði eindømi í Vesturheiminum, um Løgtingið fór at lóggeva um sáttmálarnar sum eru í gildi arbeiðsmarknaðinum. Men tað er ikki rætt. Í Noregi er hetta til dømis vanligt. Har kunnu partarnir á arbeiðsmarknaðinum í felag biðja Stórtingið um at upphevja ein sáttmála til lóg, millum annað fyri at verja móti sosialari dumping. Dømi um hetta er sáttmálin millum norska LO-felagið fyri reingerðarfólk og arbeiðsgevararnar í 2011. Partarnir bóðu um og fingu eftirlíkað, at hesin sáttmálin varð upphevjaður til lóg, galdandi fyri alt reingerðarøkið.

Nógv bendir á, at Reiðarafelagið í stóran mun tekur undir við sjónarmiðunum hjá manningarfeløgunum í hesum máli. Hetta er tó ikki staðfest enn.

Jacob Vestergaard hevur eisini sagt, at tað í øllum førum ikki ber til at favorisera útvaldar sáttmálar, og tískil kann hvørt skipið sær bara gera eitt manningarfelag, sum so ger ein sáttmála (á lægri stigi enn teir núgaldandi, skilst) við reiðaríið, og so verður tað tann sáttmálin, ið verður galdandi, um eitt sáttmálakrav varð sett í fiskiloyvið.

Men dømið úr Noregi vísir júst, at tey har ikki síggja tað sum ein trupulleika at upphevja ein sáttmála fyri eitt avmarkað øki millum tveir spesifikkar sáttmálapartar til eina generella lóg fyri alt sáttmálaøkið. Í Føroyum vildi tað svarað til, at Løgtingið til dømis tilskilaði, at tað vóru galdandi sáttmálar við tey eksisterandi manningarfeløgini, sum skuldu leggjast til grund fyri eini sáttmálaaseting í fiskiloyvunum.

Føroya Fiskimannafelag

Linkur til grein: http://www.ftf.dk/internationalt/artikel/norge-ophoejer-overenskomst-som-vaern-mod-loendumping/