Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Um 40 ára hátíðarhaldið

Í heyst samtykti Tórshavnar býráð, at skipast skuldi fyri einum hátíðarhaldi, tí Heðin Mortensen, sum hin fyrsti í kommunusøgu okkara, hevði havt sæti í Tórshavnar býráði í samfull 40 ár. Allir býráðslimirnir, uttan Heðin Mortensen, vóru til staðar á fundinum, har hetta varð samtykt eftir uppskoti frá undirritaðu.

Nú ein tíð er fráliðin síðani hátíðarhaldið, eru tveir av fjølmiðlunum brádliga farnir at vísa hesum hátíðarhaldi og kostnaðinum av tí serligan ans, og í tí sambandi hava biðið Tórshavnar kommunu um innlit í málið. Tað eru Georg L. Petersen á Dimmalætting og Finnur Koba í Kringvarpi Føroya, ið hava sent kommununi umbønir um innlit, og tí halda vit báðir undirritaðu, at tað kanska er upp á sítt pláss, at ikki bara hesir báðir miðlamenninir, men almenningurin sum heild, fær eina fitta frágreiðing um hetta hátíðarhald.

Sum sagt, var full semja millum allar hinar býráðslimirnar á hesum fundinum í heyst um, at býráðið sjálvandi ynskti at halda henda dagin saman við Heðini Mortensen og soleiðis takka honum fyri tað stóra arbeiði, hann hevur gjørt fyri Tórshavnar kommunu, og fyri at hann hevur lagt so stóran part av lívinum hjá sær í arbeiðið fyri okkara bý og okkara kommunu.

Eisini sá Tórshavnar býráð hetta hátíðarhald sum eitt einastandandi høvi til at varpa ljós á býráðsarbeiðið: Við at siga søguna um Heðin Mortensen í býráðspolitikki, bar samstundis til at seta nýggjaru býráðssøguna – avbjóðingar, menning, loysnir og nýggjar avbjóðingar – í brennidepilin á ein ítøkiligan, greiðan og jaligan hátt. Og soleiðis bar eisini til at peika á, hvussu hvør einstakur við virkisfýsni og áhaldni kann gera mun í lokalpolitikki.

At standa fyri hátíðarhaldinum setti býráðið ein fyriskipanarbólk, og í honum vóru báðir varaborgarstjórarnir, kommunustjórin og mentamálaleiðarin. Semja var um, at umframt ein døgurða fyri fráfarandi og verandi býráðslimum, var avgerðin um at skipa fyri eini almennari móttøku mestsum sjálvsøgd, tí endamálið var, at hetta hátíðarhald skuldi vera bæði alment og fólksligt. Vit vistu, at hetta gjørdi tiltakið dýrari, men vit hildu tað vera umráðandi, at allir borgarar fingu høvi at hátíðarhalda hesa sjáldsomu hending í kommunupolitikki saman við okkum. Og væl vitandi, at kommunustýrisval stóð fyri framman, varð eisini tikin avgerð um, at hátíðarhaldið ikki skuldi verða fyrr enn eftir valið og eftir at nýggja býráðið hevði tikið við. Tí varð valdur dagurin 1. februar, sum eisini vísti seg at vera eitt heppið val, tí dagurin eydnaðist í allar mátar væl.

Samanlagt kostaði hátíðarhaldið við móttøku í Dansifrøi, døgurða í Müllers pakkhúsi, stuttfilmi og øðrum, umleið 300.000 krónur, ið sjálvandi eru nógvir pengar. Men havandi í huga, hvussu stórt hetta tiltak mátti vera, um tað í roynd og veru skuldi vera alment í eini kommunu við um 20.000 borgarum, so er hetta ikki so øgiligt, tí tað svarar til, at brúktar vóru umleið 15 krónur fyri hvønn borgara í kommununi.

Tá so hugsað verður um, hvussu nógv fekst fyri hesar pengarnar, og hvussu nógva og góða umrøðu, Tórshavnar kommuna og arbeiðið í kommunalpolitikki fekk í sambandi við tiltakið, halda vit heilt avgjørt, at kostnaðurin var rímiligur í mun til endamálið við tiltakinum.

Samstundis vilja vit nýta høvið til at takka øllum teimum mongu, sum møttu upp í Dansifrøi og gjørdu løtuna sera hugnaliga.

Vegna Tórshavnar býráð

Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen

varaborgarstjórar í farna býráði