
Úlvar í seyðaskinni seta pensiónskósina
M.a. Bergur Poulsen, ið hevur forvunnið 60.000 kr. um v i k u n a í privatu vinnuni, og sum nú er leiðari og talsmaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag - helst fyri líknandi upphædd, sum áður nevndu,- setur nú – vegna millióningarnar - politikarunum og øllum Føroya fólki framtíðar pensiónkós út í kortið: Palleba og Marsanna og øll hini skulu sjálv spara upp til pensiónina.
Millióningarnir hava ongar trupalleikar við eini uppsparing t.d.: ein vikuløn upp á 60.000 kr – eftir skatt 30.000 kr um mðr.gevur um árið 12 x 30.000 kr = 360.000 kr. Og yvir 35 ár gerst pensiónsuppsparingin 360.000 kr. x 35 = 12.600.000 kr. Hetta var bert eitt dømi við Bergi sum útgansstøði. Taka vit nakrar av hinum millióningunum, sum Bergur er talsmaður fyri, so mann teirra pensiónsuppsparing svinga ímillum 10 og 20 mill. kr., so teir kunnu saktans bretta sær á og hava peikifingurin á lofti yvir fyri teimum ´smáu´ í samfelagnum, tí – sum teir siga –: ” Tit hava sjálvi verið úti um tað.”
Øll vita, at Palleba og Marsanna og mong við teimum onki ella lítið og einki hava havt at spart upp við. Tey hava havt til dagin og vegin. Og av somu orsøk hava vit havt eina solidariska skipan í 55 ár, sum hevur verið góð.
Hóast trongar tíðir hava verið, so hevur fólkapensiónin klára øll sker, øll álop og allar vandar til fyri fáum árum síðani, tá dýrtíðarviðbøturnar vórðu avhøddaðar, og so nú har upphæddin er skorin, og knívurin, íð skar, enn liggur blóðutur við síðuna av slíranum klárur til næsta skurð, og hesaferð eru tað sokallaðu vinirnir, ið fremja álopið, meðan úlavarnir í seyðaklæðum balla seg væl inn í skinni, meðan teir uppføra glantrileikin: Mamma, tað var ikki eg..............
Einasta vit eiga at gera er at krevja eina prístalsregulera solidariska fólkapensiónsskipan á einum støði, ið øll kunnu liva av.
Dagfinnur Danbjørg.