Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ulrica Ekeroth á Handilsvinnuráðstevnuna

Dan Klein --- 09.02.2018 - 07:13

Serkøn innan rekrutering og at draga at sær góð sølufólk, fer Ulrica Ekeroth at hava fyrilestur á Handilsvinnuráðstevnuni hósdagin 15. februar á Østrøm í Havn.
 
Ulrica Ekeroth er svenskur serfrøðingur innan rekrutering. Serliga áhugað í at loysa knútin viðvíkjandi avbjóðingunum í at finna góð og røtt sølufólk og søluleiðarar, setti hon, saman við øðrum, á stovn fyritøkuna SalesOnly, sum útvegar sølufólk til arbeiðsgevarar.
 
Á skránni verður eisini Gilli Haraldsen, sum fer at greiða frá um at stýra vakstrarfyritøkum í einum umskiftiligum umhvørvi, har politikkur, tøkni og onnur fyribrygdi støðugt broyta landslagið.
 
Harumframt verður framløga hjá Handilsvinnufelagnum um nýggja pantskipan í Føroyum á skrá og endað verður við kjaki.
 
Handilsvinnuráðstevnan verður hósdagin 15. februar frá kl. 9.00 til 12.00 í Østrøm í Tórshavn.