U21- landsliðið á býráðnum
Fyrrapartin var føroyska U21-landsliðið á vitjan hjá Borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen.
Føroyska U21-landsliðið, sum í hesum døgum fyrireikar seg til EM-undankappingardyst ímóti Makedonia, var fyrrapartin hósdagin á vitjan í Býráðnum í Havn. Heðin Mortensen, borgarstjóri tók ímóti, og síðani vórðu leikarar og leiðarar vístir runt í býráðshúsinum og í býðráðssalinum.
Borgarstjórin greiddi frá einum partin av søguni hjá Tórshavnar Kommunu, ið varð sett á stovn í 1909. Og fyri framman eru nógvar stórar ætlanir, ið fara at verða til fyrimuns fyri ítróttin. Millum annað verður nýtt graslíki, við hita, lagt á Tórsvøll, umframt at ætlanin er at gera ein stóra fótbóltshøll í høvuðsstaðnum í nærmastu framtíð.
Seinnapartin hósdagin klokkan 15:00, er seinasta venjing hjá U21-landsliðnum á skránni, áðrenn dystin ímóti Makedonia, sum verður fríggjadagin kl. 19:00.
Longu týsdagin 5. juni skal føroyska U21-liðið aftur í eldin, tá Serbia kemur á vitjan í Gundadali.
Kelda: www.torshavn.fo