Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Týskt sum upptøkukrav strikað

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur nú lýst eina kunngerð, sum hevur við sær, at tað einans verður á hugbreyt, at týskt verður upptøkukrav á miðnámi. Kravið verður galdandi við upptøku frá 2023. Hetta merkir samstundis, at týskt ikki verður upptøkukrav á búskapar- og fyrireikingarbreytini. 

Á sumri 2019 varð kunngerð lýst, sum ásetti, at týskt skuldi verða upptøkukrav á fleiri gymnasialum breytum. 

Eftir at málið er viðgjørt av nýggjum, og ymsu partarnir eru hoyrdir, hevur landsstýrismaðurin gjørt av, at týskt verður upptøkukrav á hugbreyt, men ikki á búskapar- og fyrireikingarbreyt á miðnámi. 

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur samstundis ætlanir um at fara undir eina heildarviðgerð av, hvørja støðu fremmandamál skulu hava í okkara skúlaverki sum heild.