Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frá ovast vinstru: Krista Sager (Die Grünen), Michael Zenner, sendiharri Týsklands til Danmark, Føroyar og Grønland, Marlies Volkmer (SPD), Lars F. Lindemann (FDP). Niðast frá vinstru: Franz Thönnes (SPD), formaður fyri Týsk-norðurlendsku tingnevndini og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Týsk-norðurlendska tingnevndin í týska samveldistinginum á vitjan í Føroyum

Seinnapartin í gjár vitjaði Týsk-norðurlendska tingnevndin í týska samveldistinginum í Tinganesi, har tey høvdu fund við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann. Tingnevndin arbeiðir fyri at styrkja samstarvið og samhandilin ímillum Týskland og Norðurlond.

Á fundinum greiddi løgmaður m.a. frá føroyska búskapinum, útflutningi, orkuøkinum og ríkisrættarligu støðu Føroya. Tingfólkini høvdu stóran áhuga fyri burðartalinum í Føroyum, ið er høgt í mun til burðartalið í Týsklandi.

Tingnevndin var áhugað í viðurskiftunum millum Føroyar og ES, og løgmaður greiddi frá ætlanunum hjá landsstýrinum um at víðka um samstarvið við ES. Tingfólkini ynsktu eisini at vita nærri um makrelósemjuna, og løgmaður greiddi frá støðuni hjá Føroyum í málinum.

Løgmaður og týsku tingfólkini umrøddu eisini alheims fíggjarkreppuna, og í hvønn mun kreppan kann ávirka Evru-samstarvið.

Tingnevndin er á kunningarferð í Føroyum 4. til 6. juni. Nevndin skal m.a. hava fundir við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Uttanlandsnevndina, og Havbúnaðarfelagið. Hetta er fyrstu ferð, at nevndin vitjar í Føroyum, og mikudagin gongur leiðin víðari til Noregs.