Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Týsk orkufeløg ætla at byggja kjarnorkuverk í Wales

Hóast fíggingin av byggingini enn ikki er greið, hava tey bæði týsku orkufeløgini Eon og RWE gjøgnum bretska felagið Horizon Nuclear Power keypt lendi til eitt nýtt kjarnorkuverk í Wylfa í Wales fyri 230 miljónir evrur.

Tað skrivar svenska Ny Teknik.

Sambært ætlanunum skulu fleiri reaktorar byggjast við einum samlaðum mátti upp á 3.300 MW. Fyrsti reaktorurin skal eftir ætlan knýtast í netið í 2020.

Harumframt hevur Horizon Nuclear Power ætlanir um at byggja fleiri reaktorar í útsynningspartinum av Onglandi.

Týsk orkufeløg flyta til Bretlands

Avgerðin hjá Týsklandi fyrr í ár um at gevast við kjarnorku í seinasta lagi í 2020, hevur við sær, at týsku orkufeløgini missa nógvar inntøkur á heimamarknaðinum.

Tí royna tey nú av øllum alvi at at finna aðrar marknaðir, og líkt er til, at Bretland er eitt av londunum, sum ætlanin er at dúva uppá.

Sambært týska blaðnum Handelsblatt eru samráðingar við reaktorveitarar sum Toshiba og Areva um at vera við í fíggingini av verkætlanunum.

Kelda: www.sev.fo