Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Týsdagin 8. september 2020 kl. 17. 00 - 20.00 skipar Krabbameinsfelagið fyri tiltakið fyri foreldur, ið hava mist vaksin børn

Týsdagin 8. september 2020 kl. 17. 00 - 20.00 skipar Krabbameinsfelagið fyri tiltakið fyri foreldur, ið hava mist vaksin børn

Krabbameinsfelagið ynskir at geva foreldrum, ið hava mist sítt vaksna barn av krabbameini, møguleikan at hitta onnur í somu støðu. Hóast børnini vóru vaksin, flutt heimanífrá og kanska høvdu egna familju, so bera foreldur ofta stóra sorg yvir at hava mist sítt vaksna barn.

Týsdagin 8. september 2020 kl. 17. 00 - 20.00 skipar Krabbameinsfelagið fyri tiltakið fyri foreldur, ið hava mist vaksin børn 

Á Krabbameinsfelagnum hava vit sæð ein tørv hjá foreldrum, sum hava mist vaksin børn av krabbameini, at hitta og tosa við onnur í somu støðu. Hóast børnini vóru vaksin, flutt heimanífrá og kanska høvdu egna familju, so bera foreldur ofta stóra sorg yvir at hava mist sítt vaksna barn. Tað kann verða torført at fáa rúmd fyri hesi sorgini. Hetta m.a. tí, at vaksnu børnini kanska høvdu maka og børn, ið nú sita eftir, og tað er natúrligt at foreldur fyrst og fremst hugsa um tey. Hetta kann fáa foreldur at skúgva egna sorg til viks, ið kann føra við sær at teirra egna støða gerst trupul og tung. 

Krabbameinsfelagið ynskir at geva foreldrum, ið hava mist sítt vaksna barn av krabbameini, møguleikan at hitta onnur í somu støðu. 

Endamálið við tiltakinum er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á kenslur, tankar og trupulleikar, sum missurin av barninum hevur við sær. Ígjøgnum samrøðu við onnur í somu støðu, fáa styrki at koma eitt fet víðari í lívinum. Samrøðurnar er sjálvandi í trúnaði. 

Møguleiki er eisini fyri at halda fram at hittast í t.d. einum netverksbólki. 

Skráin fyri tiltakið er: Upplegg frá eini mammu, ið hevur mist sítt vaksna barn, prát og drekkamunnur. 

Hevur hetta tín áhuga ella hevur tú spurningar til tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum kanst tú seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo