Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Týdningurin av rannsóknarskipinum

Tað er eitt krav til nútíðar fiskivinnusamfeløg, at tey hava til taks haldgóða vitan um sínar fiskastovnar og teirra umhvørvi. Hendan vitanin er neyðug í umsitingini av tilfeinginum, og eisini krevja keyparar av fiskavørunum hesa vitan. Rannsóknarskip er eitt neyðugt amboð fyri at fáa slíka vitan til vega.

Nú tað føroyska rannsóknarskipið fær umfatandi ábøtur, kann vera hóskandi at gera vart við nakrar av orsøkunum til, at tað er so umráðandi, at skipið er tøkt til kanningar.** Fyri at kunna umsita teir føroysku botnfiskastovnarnar er neyðugt at vita mest møguligt um stovnarnar og teirra umhvørvi. Føroysk lóggáva áleggur Havstovuni at fáa hesa vitan til vega og at ráðgeva vinnuni og mynduleikunum út frá hesari vitan. Rannsóknarskipið er eitt neyðugt amboð, tá henda vitan skal fáast til vega.

Umheimurin setir størri og størri krøv til, at havsins tilfeingi verður umsitið burðardygt. Serliga er hetta kravið sterkt í Norður- og Miðeuropa, sum er millum okkara bestu keyparar av fiskavørum. Í heilt nógvum førum ynskja okkara keyparar upplýsingar um støðuna hjá fiskastovnunum og um ráðgeving frá ICES og Havstovuni. Summir keyparar krevja enn meira, t.d. at MSC ella onnur góðkenningarfrámerki eru á vørunum, og í løtuni verður arbeitt við at útvega fleiri føroyskum fiskiskapum slíkar góðkenningar. Hetta krevur, at altjóða viðurkendar stovnsmetingar verða gjørdar, og at faklig ráðgeving finst um, hvussu stovnarnir kunnu gagnnýtast burðardygt. Uttan altjóða góðkendar stovnsmetingar er torført at sleppa framat hesum góðu marknaðunum. Rannsóknarskipið má til, fyri at fáa neyðugt tilfar til vega og er harvið í fleiri førum eitt neyðugt amboð, fyri at føroyskur fiskur kann seljast á teimum bestu marknaðunum.

Føroyar eiga eitt stórt tilfeingi í felag við onnur lond. Hetta eru teir stóru stovnarnir av uppsjóvarfiski, ið ferðast millum sjóøki hjá ymsum tjóðum og tískil mugu umsitast í felag við onnur lond. Føroyar hava eina sjálvsagda skyldu at vera við í kanningum av hesum stovnunum og umhvørvi teirra. Eisini er tann vitanin, ið her kemur fram, týdningarmikið grundarlag undir samráðingum um rættindini til stovnarnar. Hesar kanningarnar verða fyri tað mesta gjørdar við rannsóknarskipinum, men leigað skip verða eisini brúkt.

Eisini ger skipið nógvar kanningar, sum ikki beinleiðis eru fiskirannsóknir, men sum geva neyðuga vitan afturat sjálvum fiskirannsóknunum. Hetta eru kanningar av havfrøði, æti, yngli, merkingar av fiski og nógv annað. Eisini verður rannsóknarskipið brúkt til altjóða fíggjaðar rannsóknir, sum Havstovan bindur seg til at gera.

Tað arbeiðið, sum rannsóknarskipið ger, er sostatt víðfevnt og umfatar bæði umhvørvi (m.a. havi, æti, yngul, botnkanningar og magakanningar) og lívfrøði og støðuna hjá teimum einstøku fiskastovnunum, bæði hjá uppsjóvar- og botnfiski. Arbeitt verður á øllum tí føroyska havøkinum, bæði uppi í sjónum og niðri við botnin, og frá so grunnum sjógvi, sum skipið kann arbeiða og út á opnu havleiðirnar. Eisini verður arbeitt í altjóða sjógvi og inn í øki hjá grannalondunum í sambandi við felags kanningar av uppsjóvarfiski og umhvørvi. Fleiri av kanningunum verða gjørdar á sama hátt ár um ár, soleiðis at til ber at samanbera ímillum árini. Aðrar kanningar verða gjørdar eftir tørvi. Við ársbyrjan verður ein ætlan gjørd fyri, hvat skipið skal gera tað komandi árið, og hesar ætlanirnar eru tøkar á heimasíðuni hjá Havstovuni, www.hav.fo , undir ”Magnus Heinason”. Har eru eisini frágreiðingar frá túrum, sum hava verið.