Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Týdning at dagføra karmarnar fyri vinnulívið

Føroyar kappast við onnur lond um at halda fast um og draga at sær arbeiðsmegi og kapital. Ein týðandi partur av frágreiðingini uppá, hvør vinnur hesa kapping, eru teir karmar, sum londini seta um framleiðsluna hjá fyritøkunum á staðnum. Hesir karmar snúgva seg um eina røð av viðurskiftum, herundir undirvísingartilboð, skattlig viðurskifti, almenna regluverkið og digitala og fysiska infrakervið. At standa í stað í hesari kapping er tað sama sum at tapa. Tað krevst ein áhaldandi menning fyri bara at fylgja við í kappingini. Og stór tøk skulu til, um man ætlar sær at vinna.

Seinastu árini hava fleiri lond arbeitt miðvíst við at betra karmarnar hjá vinnulívinum í landinum, og úrslitini hava verið framúr. Betraðir karmar hava sambært frágreiðingum frá heimsbankanum ført til stóran búskaparvøkstur í fleiri av hesum londum, og størsti búskarparvøksturin er hendur uttanfyri OECD. Soleiðis eru 6 av 10 teimum skjótast vaksandi búskapunum í heiminum seinasta 10-áraskeiðið at finna í Afrika, og frágreiðingin er í stóran mun betraðir karmar hjá fyritøkunum.

Tó legga eisini OECD-lond í hesum árum stóran dent á at betra um karmarnar hjá fyritøkunum, ikki minst aftaná stóru fíggjar- og búskaparkreppuna. Eitt OECD-land, sum hevur gjørt risastig, er Suðurkorea. Eitt dømi um broytingar í Suðurkorea er, at stjórnin hevur skipað eitt “one-stop-shop” fyri øll loyvi, sum fyritøkur hava tørv á frá tí almenna, og málið er, at allar umsóknir skulu vera svaraðar innan 20 dagar frá móttøku. Samstundis gjøgnumførir Suðurkorea eina umfatandi digitalisering av Suðurkoreanska samfelagnum (herundir tí almenna og undirvísingarverkinum), og eina avbureakratisering, so fyritøkurnar kunnu brúka sína orku uppá at gera tað, sum tær duga best.

Eisini tættari uppá Føroyar verður arbeitt miðvíst við at betra um karmarnar hjá fyritøkunum. Eitt nú hevur Týskland í langa tíð arbeitt miðvíst við at betra skattaskipanina og at reformera arbeiðsmarknaðin. Og eisini í norðurlondum eru stórar broytingar hendar í karmunum hjá fyritøkunum, eitt nú við øktari digitalisering.

Í Føroyum hevur tað seinastu árini verið langt millum tær eyðsýndu brotingarnar í karmunum, tó at skattalækkingin á arbeiði er dømi um ein slíka týðandi broyting til tað betra. Tað er umráðandi, at tað áhaldandi verður arbeitt við at betra um karmarnar hjá vinnulívinum.

Dømi um innsatsøki komandi tíðina kundu verið:

· Digitalisering

· Avmarka umsitingarligu byrðarnar hjá fyritøkunum

· Skjótari og meira bindandi svar uppá umsóknir og fyrispurningar

· Fokus á undirvísingarverkið og eftirútbúgving** · Atgongd til arbeiðsmegi