Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt ávíst trýst er á kommunum, kanska serliga frá skúlaleiðslum og Lærarafelagnum, um at seta forskúlar á stovn. Tað síggja vit serliga við tí rúmd,“Skúlablaðið” gevur evninum. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hví so er - eg kann tó gita mær til, at hetta fyrst og fremst snýr seg um at royna at fáa fleiri tímar inn í fólkaskúlan og harvið tryggja fleiri lærarum starv.

Vit áttu kanska at stuðlað undir hetta, tí arbeiðstíðin og lønin hjá námsfrøðingunum í forskúlunum er betri enn á dagstovnaøkinum. Men fakliga ber ikki til at taka undir við forskúlaleistinum. 

Hyggja vit eftir fleiri av argumentinunum fyri forskúlum, sæst týðuliga, at lærarar og skúlin tykjast hava ein trupulleika av smáu børnunum í fyrstu árgangunum. Fyrsti, annar og triði flokkur, ið fyrr vórðu mett sum innskúlingarárini - har børnini millum annað skuldu “venjast” og læra at ganga í skúla - skal nú klárast, áðrenn tey byrja ordiliga í skúla. Børnini skulu lagast til skúlan, áðrenn tey byrja.

Er hetta tekin um, at ov nógv krøv, ov nógv børn og ov nógvir tímar og ov fáir lærarar eru í hesum árgangunum? Tað kann hugsast, at hesi viðurskiftini gera, at lærarar standa við ovurhonds stórum avbjóðingum fyrstu skúlaárini. Loysnin er kanska ein onnur enn bara at seta børnini á skúlabonkin fyrr ella at økja tímatalið á tímatalvuni. Loysnin er kanska so einføld sum at seta námsfrøðingar inn í flokkarnar at arbeiða við at fáa flokkarnar at virka sum felagsskapir og fáa einstaka barnið at virka í flokkinum. Hetta er førleikin hjá námsfrøðingunum, tí skuldi hetta sjálvandi verið partur av einari loysn. Hetta kann eisini fíggjast við at minka um tímatalið, ið børnini skulu ganga í skúla - eitt tímatal, ið serliga varð økt, tí mett varð, at føroysk børn kláraðu PISA-kanningarnar ov illa.

At børnini skulu gera meira av tí sama, so sum tímatalsøkingin í skúlanum og at senda børnini fyrr í skúla, er, er ikki loysnin í at skapa eitt betri, rúmligari, læruríkari og meira inkluderandi skúlaumhvørvi. Lærarar mugu fáa betri umstøður og tað fáa teir við einum samstarvið við námsfrøðingar.

Loyvið námsfrøðingum inn í innskúlingina, so vænti eg, at tað ikki gongur so long tíð, til stórir batar kunnu hómast.

Jógvan Philbrow,
formaður