Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tweed & Hyenas geva út nýggja útgávu: folks

Ein fagnaður av samanhaldi og spekulativari skrift.

Tórshavn, Føroyar, 18.12.20

Tónleikabólkurin Tweed & Hyenas er nú liðugur við næstu útgávuna, folks, hvørs tónleikur tekur støði í
hondskrift, tekning og mongu mátunum tílík útrykk skapa týdning í okkara lívi.

Í tónleikaligum samspæli við tey sekstan teknini, ið prýða permuna, tekur folks fatur á nøkrum, ið kann
tykjast sum meiningsleys spekulativ skrift, fyri at rúma ymisk menniskjaslig tema.

Úrslitið er ein útgáva við 16 skeringum, ein fyri hvørt grafiska tekin, harav átta eru stutt ófyrireikað og
aloftast instrumental verk, meðan hini átta eru fullbúnaðar kompositiónir.

Sangirnir eru ikki líka langir ella kompleksir, og hetta skapar eitt samsvarandi mótspæl millum tað
barnsliga og fullvaksna, har tey stuttu verkini ikki tykjast liðug, sum um okkurt enn vantar. Men kortini
eru tey fullgjørd í sjálvum sær. Tað, ið hesi “lítlu fólk” vilja peika á, er teirra serstaka naivitet og
einfeldni, sum skal virðismetast síð um síð við teir størru, meiri fullkomnu tónleikagrannarnir.

Sjálvt um løgini á útgávuni eru fastlæst, so eru tey sekstan teknini á permuni óheft, sum bjóðar lurtaranum at spæla við tey, sum honum lystir. Soleiðis kann brótast frá reglinum, og tann einstaki kann finna fram nýggjar meiningar og søgur gjøgnum sjálva útgávuna og tann felagskapin av ‘fólkum’, ið hon innrammar.

Sum Chris Marker hevði orðað tað: sagnir eru bornar í heim úr trongdini at tulka tað ótulkiliga.

folks hevur eitt dynamiskt og lívligt úttrykk við einum mildum dámi. Við varisliga sungnum vokalum
fortelur teksturin um eina gandakenda gerandisverð, full við evnum vit kenna: kærleika, vinum, missi,
dreymi, harðskapi og deyða. Nógvir sangir eru uppkallaðir eftir fólki, kendum sum ókendum. Hesir
einstaklingar, ið verða knýttir at grafisku teknunum á permuni.

Drívmegin í kreativu mannagongdini hevur verið spæligleði og vøkudreymar - sinnistandir, ið vit øll
hava, men ikki loyva okkum nóg ofta at verða í. Boðskapurin hjá folks er ein elligomul lívsregla:

samansjóðing og samskapur eru avgerandi fyri okkum menniskju. Tann stóra nøgdin av
gestaframførslunum á folks undirstrikar hendan boðskap.

folks bleiv upptikið, ljóðblandað og framleitt í samstarvi við Sean Woodlock í Hackney Road Studio.
Útgávan bleiv mastrað av Noel Summerville á 3345 Mastering. Perman er sett saman av Kirstin
Helgadóttir, og teknini eru gjørd av Klæminti Hofgaard. Á folks hava hesi framført: Ben Madeley
(gittar/vokal), Toby Couling (trummur/vokal/klaver), Max Goff (bassur/vokal) og Klæmint Hofgaard
(høvuðsvokal/gittar/klaver). Afturat hesum eru seks gestaleikarir: Lisa Busby (vokal), Tomáš Kašpar
(‘pedal steel’ gittar), Katie Down Dixon (vokal), John Harries (elektroniks), Jamie Coe (‘prepared’ gittar) og Rose Dagul (sello).

folks kann stroymast frá 18.12.20 á øllum stórum tónleikaplattformum. Her er hon á Spotify.

-endiFylg við Tweed & Hyenas á teirra Instagram her

Um tit vilja vita meira, so kunnu tit skriva til okkum á tweedandhyenas@gmail.com