Tvørprofessionelt samstarv
Tórshavnar kommuna arbeiðir miðvíst við at hava eitt høgt yrkisførligt støði innan dagstovnaøkið og ungdómsøkið.
Í hesum sambandi hevur Barna- og Ungdómsdeildin skipað fyri tveimum skeiðsdøgum fyri leiðarunum innan økið. Evni á døgunum er tvørprofessionelt samstarv og hevur tað eydnast deildini at fáa Jóhannens Miðskarð, ið júst hevur skrivað phd. innan evnið, at leiða dagarnar og hava fyrilestrar.
Eisini hevur ráðgevingin á Barna- og Ungdómsdeildini, Sernám og Sosiala deild, greitt leiðarunum frá teirra arbeiði og hvussu hesi myndugleikar halda, at tað tvørprofessionella arbeiðið kann skipast á bestan hátt.
Ynskið við døgunum er at fáa leiðsluna á stovnum at duga betur at samstarva við aðrar myndugleikar, við meiri vitan og kunnleika.