Tvøroyrar kommuna hevur slakar níggju milliónir í avlopið
ROKNSKAPURIN 2018: Tvøroyrar býráð samtykti á býráðsfundi 12. juni 2019 roknskapin fyri 2018. Í fíggjarætlanini fyri 2018 var roknað við einum halli á 22,978 mió. Ársroknskapurin vísir tó eitt avlop á 8.952 mió., t.e. 31.930 mió meira enn væntað.
Tíðindaskriv:
Kommunan hevur í 2018 goldið 3,508 mió í avdráttum, og var nettoskuldin við árslok komin niður á 0,30 álíkning. Viðmerkjast kann, at tá skuldin var hægst, var hon góðar 8 álíkningar.
Framgongdin
Framgobngdin í kommununi seinastu árini hevur ført við sær, at býráðið fyri 2019 hwevur lækkað skattaprosentið við 1,0%. Harumframt eru gjøldini á barnaansingarøkinum og frítíðarskúlanum soleiðis, at hjá foreldrum, sum hava meira enn 2 børn í ansingarskipanini verða 3. og eftirfylgjandi systkin ansaði ókeypis.
Rojknskapurin hjá kommununi er undirskrivaður av , Kristin Michelsen, borgarstjóra, og Jónleyg J. Bech, Kommunustjóra.
Roknskapurin er viðheftur fíli.
Tíðindaskriv roknskapur 2018.pdf