Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast frá vinstru Sigrid Arge, leiðari á Tannlæknastovuni, Margrith Simonsen, Dagny Isaksen og Heðin Mortensen, borgarstjóri.



Tveir starvsdagar á Tannlæknastovuni

Í dag blivu teir starvsdagar á Tannlæknastovuni í Tórsgøtu hátíðarhildnir. Tað eru tær báðar Margrith Simonsen og Dagny Isaksen, sum hava starvast á Tannlæknastovuni í ávikavíst 20 og 35 ár.

Margrith Simonsen starvast til dagliga sum klinikkassistentur saman við Unn Jakobsen, tannlækna, og hesi seinnu árini hevur hon verið ein dag um vikuna á klinikkini á nýggja skúlanum við Argjahamri.

Dagny Isaksen, sum altso hevur verið í starvi í samfull 35 ár, og hon hevur arbeitt tætt saman við fleiri tannlæknum. Hon byrjaði hjá Erling Simonsen, og síðani starvaðist hon hjá Kjell Kojan, sum var ein norskur tannlækni, ið var í barnarøktini í eini tvey ár. Síðani starvaðist hon saman við núverandi leiðaranum av Tannlæknastovuni, Sigrid Arge, og nú arbeiðir hon saman við Elspu Samuelsen, tannlækna.

Á myndini síggjast frá vinstru Sigrid Arge, leiðari á Tannlæknastovuni, Margrith Simonsen, Dagny Isaksen og Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Kelda: www.torshavn.fo