Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tvær milliónir til FarGen og endurgjald til útisetar

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur í morgun verið á fundi við danska fíggjarmálaráðharran, Claus Hjort Frederiksen. Á skránni var danska fíggjarlógin, sum skal endaliga samtykkjast fyri jól. 

Sjúrður Skaale gjørdi í fjør avtalu um, at FarGen skuldi hava 10 milliónir. Men tað bar ikki til at fáa alla játtanina uppá pláss í fjør. Avtalan við sosialdemokratiska fíggjarmálaráðharran var tí, at átta milliónir skuldu játtast í 2015, og tvær í 2016. 

Nú er ein nýggj donsk stjórn – og eitt av endamálunum við dagsins fundi var at tryggja, at írestandi pengarnir verða játtaðir sum ætlað. 

Tað verða teir. 

Endurgjald 

Í farna valskeiði gjørdi Javnaðarflokkurin eisini semju við donsku stjórnina um at broyta sosiallóggávuna soleiðis, at føroyingar í Danmark aftur fingu rættin til ávísar sosialar veitingar (m.a. “børne- og ungdomsydelse”), sum teir høvdu mist í 2012. 

Hetta bleiv broytt við lóg í 2014 og síðani hava føroyingar og grønlendingar kunnað fingið endurgoldið mistan barnapening í 2012. Núverandi stjórnin væntar, at at teir føroyingar (og teir grønlendingar), sum mistu veitingarnar í 2012, fáa tilsamans eini 3,6 mió. kr. í endurgjaldi.

Fongsul og politistøð í Føroyum 

Á fundinum bleiv eisini tosað um framtíðina, og har minti Sjúrður Skaale enn einaferð á, at Stjórnin hevur skyldu til at syrgja fyri, at fongsulsviðurskiftini í Føroyum verða nøktandi. 

Fólkatingsmaðurin hvørki krevur ella væntar, at henda stóra íløga kemur á fíggjarlógina beinanvegin. Trupulleikin er, at hetta als ikki eitt mál í skipanini sum er. Tí er endamálið í fyrstu atløgu bara at gera vart við trupulleikan, soleiðis at henda íløga gerst partur av langtíðarraðfestingunum. 

Hetta sama ger seg galdandi í spurningum ein eina nýggja løgreglustøð í Føroyum.

Fíggjarmálaráðharrin var positivt sinnaður, og ásannaði, at Danmark hevur ábyrgdina av at syrgja fyri, at støðið er nøktandi á teimum økjum í Føroyum, sum eru undir donskum ræði. Avrátt varð tí, at dialogurin um hetta heldur fram, til ein nøktandi loysn er funnin.