Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tvær ítróttarhallir aftrat

Jógvan Arge, býráðslimur og valevni á Lista E:

Tað hevur leingi ligið í kortunum at byggja eina ítróttarhøll aftrat til innandura bóltspæl í Tórshavnar kommunu. Tørvurin er eyðsýndur, og hann er ikki minkaður hesi árini, arbeitt hevur verið við ætlanum um eina ítróttarhøll vesturi í býnum.

Umstøðurnar hjá Neistanum, Kyndli, H71, ÍA og Fleyr eru ikki nøktandi. Í roynd og veru eru tær verandi hallirnar í Gundadali og í Hoyvík so nógv upptiknar av ítrótti og øðrum virksemi í dag, at tørvur er á tveimum slíkum hallum aftrat.

Sum er eru ikki nóg góðar umstøður til dygga venjing og til at øll, sum vilja vera við, sleppa framat. Hetta er galdandi fyri ein stóran skara av børnum, ungdómum og vaksnum.

Leingi hava ætlanir verið um at byggja eina nýggja høll úti á Fløtum. Landafrøðiliga er tað í fínasta lagi at fáa eina ítróttarhøll vestantil í býnum, men í løtuni tykist hendan ætlanin at vera steðgað upp í tí líki, sum hon var ætlað.

Tørvurin er tó ikki vorðin minni. Besti mátin er óivað, at kommunan tekur um endan, tí royndirnar vísa, at sjálvboðin ítróttafeløg í longdini ikki orka eina slíka byrðu. Samstundis verður tað eitt skilagott nýbrot at fara vestur eftir við eini høll.

Men tørvurin á meiri plássi til innandura ítrótt longur heimi er eisini stórur. Tí eiga vit samstundis at seta út í kortið í næstum at byggja eina venjingarhøll aftrat í Gundadali ella har um vegir.

Ikki fyrrenn hon eisini er komin, kunna vit meta okkum so dánt at lúka tann tørv, sum er á møguleikum fyri innandura bóltspæli og øðrum slíkum rørslumøguleikum í Tórshavnar kommunu. Og tá hava vit ikki til fulnar loyst allar hølistrupulleikar hjá fleiri smærri ítróttagreinum.

---