
Tvær ferðir 25 ár á Velbastað
Fríggjadagin fylti Dagstovnurin á Velbastað 25 ár. Samstundis hevði Elsa Jacobsen 25 ár starvsdag, tí hon hevur verið við líka frá byrjan.
Seinnapartin varð skipað fyri hátíðarhaldi, har foreldrini vitjaðu og børnini sungu fyri gestunum. Á myndini sæst Elsa Jacobsen saman við Heðini Mortensen, borgarstjóra, sum eisini vitjaði í sambandi við hátíðardagin.