Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tvær djúptøknar greinar um námsfrøðiliga ráðgeving

Við samrøðum við bæði námsfrøðingar og námsfrøðiligar ráðgevar lýsir Jóhannes Miðskarð í tveimum greinum ávikavist, hvat námsfrøðingarnir fáa burtur úr ráðgevingini, og hvussu ráðgevararnir best gera sítt arbeiði.

Skrivað hevur: Ingolf S. Olsen - PRESS

Jóhannes Miðskarð, ph.d, er adjunktur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.

Í tveimum dygdargóðum greinum, ið eru grundaðar á samrøður við námsfrøðingar og námsfrøðiligar ráðgevar, lýsir Jóhannes Miðskarð, ph.d og adjunktur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, hvussu tann góða námsfrøðiliga ráðgevingin best verður útint.

Onnur greinin hevur heitið"Tann væleydnaða námsfrøðiliga ráðgevingargongdin" og byggir á tríggjar samrøður, har námsfrøðingar hava greitt frá teirra royndum við at fáa námsfrøðiliga ráðgeving.

Hin greinin, ið ber heitið "Aðaltættirnir í námsfrøðiligum ráðgevingum", byggir á samrøður við fýra ráðgevar, har teir hava greitt frá, hvat ráðgevararnir leggja seg eftir í einari ráðgeving.

Báðar greinarnar eru viðheftar sum pdf-fílur her niðanfyri: http://www.pedagogfelag.fo/uploads/media/Tann_vaeleydnada_namsfroediliga_radgevingargongdin

http://www.pedagogfelag.fo/uploads/media/Adaltaettirnir_i_namsfroediligum_radgevingum