TUTL 35 ár: Tónleikaferðavinna
Mánadagin kemur ein eitt sindur ørvísi, men spennandi fløga út á marknaðin. Tað er Plátufelagið TUTL, sum spílar seg út til enn eina ferðafólkasesong. Vit hava í fleiri ár arbeitt við, at fáa tónleik í viðføri hjá ferðafólkum, antin sum fløga ella sum uppliving. Eitt nú við teimum umleið 50-60 summarkonsertunum í TUTLhandlinum á Káta Horninum.
Í ár, hava vit tvey nýggj tilboð til tónleikaáhugaða ferðafólki og sum sjálvandi eisini er til forvitna føroyingin.
Umframt nýggj tilboð, hava vit økt samstarv við Felagið Føroysk Tónaskøld, sum á 21. árið skipar fyri Summartónum kring alt landið. Í ár er skráin sera umfatandi, heili 101 konsertir á umleið 30 støðum, verða kring alt landið frá 5.juni til og við 20. august 2012.
Tað eina nýggja ferðamannatilboðið, er ein hugnaligur tími í gomlu "Pæsastovu" ella "Pætursarstovu" sum hon eisini verður nevnd, úti á Reyni. Her fara serligir tónleikaferðaleiðarar at bjóða teimum vitjandi, eina ferð inn í føroysku tónleikasøguna, ið byrjar við kvæðunum og heilt til tað nýggjasta nýggja. Pæsastova, sum var heimið hjá J.C.Svabo (1746-1824) hevur ein týðandi leiklut í okkara tónleikasøgu. Tað var her á loftinum, ein í 1928 fann tjúkku nótabókina sum Svabo noteraði tónleikin tey spældu á hansara døgum.
"An Introduction to Faroese Music" sum tiltakið eitur, verður hildið týsdagar og hósdagar frá 26.juni til og við 16.august 2012.
Hitt tilboðið, er ferðafólkafløgan við heitinum "Music from the Faroe Islands" sum er ein uppsamlingsfløga við 16 nýggjari løgum, sum lýsa rock/folk/jazz/world og klassiska tónleikin sum er givin út á TUTL. Fløgan er á sera høgum støðið, breið í stíli tó samanhangandi.
Við fløguni, 160 konsertum yvir tveir mánaðir, tiltakinum í Pæsastovu vónar TUTL, at kunna verða við at krydda upplivingina hjá ferðafólkunum í Føroyum. Somuleiðis er hettar ein gyltur møguleiki, at fáa føroyskan tónleik út í verð.
Í hesum døgum hátíðarheldur TUTL sítt 35 ára hald. Ikki kann sigast annað enn at plátufelagið, sum fáur hevur dugað, at tilpassað og ment seg við rákinum og tí kolusalu menning, sum hevur verið innan tónleikavinnuna síðani fyrstu útgávuna í maj 1977.