Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Turkalandssáttmálin á breddanum

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur á fundi í Ankara í dag hitt turkiska búskapar- og handilsmálaráðharran Nihat Zeybecki. Teir umrøddu fyrst og fremst fríhandilssáttmálan millum Føroyar og Turkaland, sum nýliga er komin í gildi. Ráðharrarnir vóru samdir um, at grundarlagi fyri samhandli landanna millum er gott, og at bæði londini standa til at fáa nakað burturúr sáttmálanum.

“Tað er umráðandi at halda politisku sambondini við líka, nú sáttmálin er komin í gildi. Tað er við til at skapa áhuga fyri Føroyum og føroyskum útflutningi, umframt at vit fáa tryggja, at avbjóðingar, ið stinga seg upp, kunnu loysast skjótt og væl,” sigur Poul Michelsen.

Nihat Zeybecki skrivaði vegna Turkaland undir fríhandilssáttmálan í desember 2014.

Fundurin er komin í lag í sambandi við, at Poul Michelsen hevur staðið á odda fyri eini handilsátaki til Istanbul, har fleiri føroyskar fyritøkur vóru við.

“Seinastu vikuna hava vit roynt at bróta slóð fyri føroyskum vørum í Turkalandi. Áhugin er avgjørt til staðar, og tí havi eg góðar vónir um, at Turkaland við sínum 80 milliónum íbúgvum gerst ein týðandi handilsfelagi hjá Føroyum,” sigur landsstýrismaðurin.

Poul Michelsen nýttu eisini høvi at greiða frá góðu gongdini í føroyska búskapinum, og at turkiski marknaður er enn eitt bein hjá føroyskum vinnulívi at standa á.

Undantaksstøða hevur verið í Turkalandi síðani kvettroyndina móti sitandi forseta og stjórn á sumri 2016. Landsstýrismaðurin segði seg vóna, at undantaksstøðan skjótt verður sett úr gildi til frama fyri fólkaræði og framburð og við virðing fyri mannarættindum. Tjóðartingsval verður í seinasta lagi á heysti 2019.