Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Túratalið hjá “Smyrli” og “Teistanum” hækkar

Eftir at Strandfaraskip Landsins (SSL) hevur havt kunningarfundir við borgarar í Suðuroynni og Sandoynni og annars hevur viðgjört fyrispurningar og áheitanir, samansjóða SSL nú í sam­ráði við landsstýrismannin í samferðslumálum, Henrik Old, hesi mongu ynski og sjónarmið við at

- Seta 2 túrar aftrat inn á Suðuroyarleiðini, so túratalið frá 1. november verður 34 í mun til áður 32

- Seta 2 túrar aftrat inn á Sandoyarleiðini, so túratalið frá 1. november verður 124 í mun til áður 122

- Útseta byggingina av nýggjari ferju til Nólsoyarleiðina og í staðin at dagföra og betra “Ternuna”, ið rökir Nólsoyarleiðina

- Broyta nakrar fráferðartíðir í ferðaætlanunum á bæði Suðuroyarleiðini og á Sandoyarleiðini

Suðuroyarleiðin – “Smyril”

Frá 1. november verður nýggj ferðaætlan galdandi fyri “Smyril”. Hövuðsbroytingarnar eru, at

  • mikudag verður siglt eins og mánadag

  • seinastu túrarnir av Havnini mánadag, mikudag, hósdag og leygardag verða kl. 21:15

  • hósdag verður fráferðin av Krambatanga flutt frá kl. 16:30 til kl. 18:30

“Borgarar og vinnulív hava staðiliga ynskt at fáa triðja mikudagstúrin umframt, at “Smyril” sum heild siglir suður so seint sum möguligt um kvöldið, soleiðis at ferðandi við flogfarinum náa seinasta túrin.

Sandoyarleiðin – “Teistin”

Í síðstuni hevur verðið arbeitt við at broyta ferðaætlanina, sum kann koma so nógvum brúkarum sum möguligt til góðar. Úrslitið av tí arbeiðinum förir til, at nú verður farið aftur til vikuskiftis­túrin leygardag og sunnudag kl. 12:30 úr Skopun og kl. 13:15 av Gomlurætt. Samstundis verður túrurin fríggjadag kl. 14:30 av Gomlurætt og kl. 15:00 úr Skopun varðveittur. Á henda hátt verða tað sostatt 1 dupult túrur meira á farleiðini.

Nólsoyarleiðin – “Ternan” og nýggja nólsoyarskipið

Nú tilboðini upp á at byggja nýtt nólsoyarskip eru komin inn sæst, at tað fer at kosta væl meira, enn tað, ið er ásett í verklagslógini. Tá ið tað samstundis er greitt, at arbeiði at gera Sandoyartunnil skal byrja í seinasta lagi í 2018, fer landsstýrismaðurin at mæla til, at byggingin av nýggjum Nólsoyarskipi verður útsett til støða kann takast til framtíðartørv á skipum á Sandoyarleiðini og Nólsoyðarleiðini. Landsstýrismaðurin fer ístaðin fyri at mæla til at dagföra “Ternuna”, so hon framhaldandi kann rökja Nólsoyarleiðina og virka sum avloysaraskip á Sandoyarleiðini, inntil tunnilin undir Skopunarfjörð verður liðugur.