Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tunnilssemjan og nýggji innkomuvegurin til Tórshavn

Tórshavnar kommuna fegnast um, at útlit eru fyri politiskari semju um týðandi avgerðir í samband við samferðslunetið í landinum. Her verður sipað til semjuna um tunnil millum Suðurstreymoy og Skálafjørðin, og millum Suðurstreymoy og Sandoynna.

Samstundis er tað tó sera hugstoytt at staðfesta, at loysnin, sum politisk semja kann fáast um, ikki er ein fullfíggja loysn. Fyriliggjandi uppskot til semju tekur ikki atlit til tær avleiddu verkætlanirnar, sum báðir tunnlarnir vilja føra við sær. Tann mest týðandi av hesum avleiddu verkætlanunum er nýggi innkomuvegurin til Tórshavn.

Hetta er eitt mál, sum eftirhondini er eini 30 ára gamalt. So mikið meira hugstoytt er tað, at tað framvegis ikki tykist vera vilji frá landsstýrinum at loysa hetta álvarsmál, hóast kommunan við jøvnum millumbilum hevur gjørt vart við átrokandi tørvin á at fáa málið loyst.

Kommunan bíðar eftir landsmyndugleikunum:

Ofta er vorðið ført fram av landsstýrinum, Landsverki og einstøkum løgtingslimum, at tað er Tórshavnar kommuna, sum er orsøk til, at málið ikki verður loyst, tí kommunan vil ikki góðkenna loysnirnar hjá Landsverki.

Hetta er ikki rætt. 30. mai 2013 samtykti Tórshavnar býráð at taka undir við einum uppskoti til loysnir á fleiri av teimum viðurskiftum, sum embætisfólk hjá Landsverki og Tórshavnar kommunu hava arbeitt við. Býráðið samtykti tá:

• at loyva Landsverki at halda áfram við vegagerðini frá brúnni um Hoydalsá og vestureftir.

• at taka undir við prinsippuppskotinum til íbindingarloysn við Sundsvegin

• at játtanin hjá Landsverk í 2013 varð brúkt til at gera íbindingina við Sundsvegin, og at restin av játtanini varð brúkt til at halda áfram við vegagerðini vestureftir, oman móti Krákugjógv.

• at gera avtalu við Landsverk um, at framhald av arbeiðinum í 2014 og komandi ár, verður gjørt eystureftir, soleiðis at bundið verður í Kaldbaksvegin, áðrenn hildið verður áfram vestureftir. Hetta fyri at fáa vegasamband frá Kaldbaksvegnum til Sundsvegin liðugt fyrst.

• at vegasambandið frá á leið við vatnbrunnarnar við Villingardalsvegin til Hotel Føroyar, verður loyst við tunli, sum landið rindar og ger sum partur av landsvegnum.

• at ein greið avtala um útreiðslubýti til íbindingar verður gjørd, har landsmyndugleikarnir átaka sær allan kostnað fyri íbindingarloysnirnar, sum er avleiddur av, at Landsverk heldur fast við, at talan skal verða um 80 km veg.

Fundir vóru eisini millum Innlendismálaráðið og Tórshavnar kommunu áðrenn nevnda býráðs-fund, og á fundi 3. juni 2013 samdust Innlendismálaráðið og Tórshavnar kommuna um, at fáa gjørt nakrar fyribils, og leysligar samanberingar av eini tunnilsloysn frá Villingardalsvegnum vestur til Hotel Føroyar, samanborið við vegaloysnina, sum Landsverk hevur havt ætlanir um.

Um fá ár stendur Skúladepilin í Marknagili liðugur. Tað er sjálvsagt, at Skúladepilin fer at økja munandi um ferðslutrýstið í Vesturbýnum. Neyðugt er tí, at fyrsta byggistig fyri innkomuvegin røkkur vestur til Marknagil, haðani kommunan er sinnað at gera sambindingarveg frá innkomuvegnum oman til Marknagilsvegin, tætt við Skúladepilin.

Tórshavnar kommuna hevur eina greiða støðu:

Nú innkomuvegurin enn einaferð tykist verða skumpaður til viks í upplegginum til politisku semjuna í løgtinginum um Sands- og Skálafjarðartunnilin, fer Tórshavnar kommuna at gera vart við tørvin á at fáa hetta sera átrokandi málið loyst.

Tórshavnar kommuna fer við hesum eisini at senda løgtinginum ein greiðan boðskap, so eingin ivi er um, hvørja støðu kommunan hevur í málinum. Kommunan fer ikki at góðkenna, at tunnlarnir koma upp í Suðurstreymoy og viðføra munandi størri ferðslutrýst á kommunala veganetið í Tórshavnar kommunu, uttan so at innkomuvegurin til Havnar samstundis verður gjørdur soleiðis at takast kann ímóti øktu ferðsluni. Og hann skal gerast á ein hátt, sum eisini Tórshavnar býráð kann góðkenna. Tað er okkara vón, at løgtingið tekur henda boðskapin í fullum álvara, tí tað er einki vunnið við tunlum fyri milliardaupphæddir fyri at koma skjótari til Havnar, um langar bilarøðir koma at standa við Norðara Ringveg ella Marknagilsvegin fyri at sleppa inn í býin. Tí tað verður júst tað, sum verður úrslitið, um innkomuvegurin ikki verður gjørdur, áðrenn ella seinast samstundis sum tunnlarnir latað upp.

Kommunan ynskir konstruktivt samstarv:

Tórshavnar kommuna vil heldur enn fegin samstarva um at finna loysn á málinum um innkomuvegin. Men tað eydnast tó ikki, um ikki báðir partar eru sinnaðir at flyta seg og at gera semjur. Eingin ivi skal vera um, at Tórshavnar kommuna er sinnað at gera slíkar semjur og eisini binda seg til tær loysnir, sum semja er um. Men tað er treytað av, at landsmyndugleikarnir eisini binda seg til at fremja loysnirnar, sum semja fæst um – herundir eisini, at neyðugur peningur verður játtaður á fíggjarlógini til at fremja loysnirnar í verki.

Kommunan væntar og vónar, at løgtingið viðger hesi viðurskiftini eisini, og vit møta fegin á fundi at tosa nærri um málið, um áhugi er fyri tí.

Vit vænta at frætta aftur skjótt.

Vinarliga

k.v.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri

 

Ingibjørg Berg

kommunustjóri

 

Avrit sent til: Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, FO-110 Tórshavn