Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tunnilsorðadráttur

Ungi sandavágsdrongurin Høgni Egilstoft Nielsen hevði nokk ikki roknað við, at fyrispurningur hansara um undirsjóvartunlarnar á ungdómstinginum 6.-7. februar skuldu fáa so nógva umrøðu.

Sandavágsdrongurin spurdi landsstyrismannin um tað fór at verða frítt at koyra, tá tunlarnir vóru afturgoldnir. Landsstýrimaðurin svaraði, at tað neyvan fór at verða frítt at koyra, men greiddi frá, at ein loysn kundi verið at lagt tunlarnar í eitt alment partafelag, sum síðan kundi fíggja aðrar tunlar.

Landsstýrismaðurin hevur ikki ligið á løtu síðuni, hvat hesum viðvíkur. Seinasta hósdag var kunnandi fundur fyri løgtingslimun um framtíðar tunnilsgerðir. Ìløgur sum nærkast 2 mia. Og sum helst skulu gerast av tí almenna, tí almenna trygdin vigaði meira enn tann privata.

Men ikki nokk við tí. Skulu hesar verkætlanir hava nakran kjans til at síggja dagsins ljós, skulu serlig stig takast. Og tað er við Bummgjaldinum frá Vága- og Norðoyatunlinum. Og frá avgjøldum, bæði á bensini og vegskatti. Tað var greiða niðurstøðan hjá landsstýrismanninum.

Tað gingu ikki nógvir dagar til viðmerkingarnar komu frá borgarstjórunum úr Vágum og Norðoyggjum. Her er ein avtalað, sum politiski myndugleikin skal fyrihalda seg til. Tá tunlarnir eru goldnir, verður frítt at koyra. Partafelagið verður tikið av og tunlarnir lagdir undir Landsverk. Longri er søgan ikki. (Og longri eigur hon ikki at verða).

Tað seinasta í hesum máli er, at borgarstjóranir úr Suðuroynni mótmæla og nevna møguleikan fyri endurgjaldi fyri teirra part av tunnilsætlanini og kostnaði fyri tunnilsgjaldið. Samstundis verður samhaldsfestni eisini nevnt sum ein týdningarmikil partur av framtíðar íløgum á samferðsluøkinum.

Samhaldsfestni er ein sera áhugaverdur partur av samferðslusøgu Føroya. Lesarin kann fara á heimasíðuna hjá Landsverk www.landsverk.fo Á forsíðuni kann farast undir um okkum og síðan søga. Ùt frá hesum kann lesarin meta, um tað er ein sjálvfylgja, at vágafólk skulu gjalda fyri framtíðar útbyggingar á samferðsluøkinum.

Her kann lesarin sjálvur meta um útsagnirnar hjá borgarstjórunum í Suðuroy, tá talan er um samhaldsfestni. Her kunnu vit staðfesta okkara samhaldsfestni, sum byrjar 1836. Vágafólk hava ongar ætlanir um at krevja endurgjald fyri nakað, sum helst.

Men vit kunnu staðfesta, at tað rakk til ár 2000, tí tá kundi ein tunnilsætlan ikki gjøgnumførast uttan bummgjald. Hóast tunlar eru bygdir eftir hetta uttan bummgjaldsskipan. Men fyri okkum vágafólk skuldi hetta ikki skilja okkum. Vit vildu gjalda.

Havi ikki hug at fara inn á rakstur av ferjum og øðrum at samanbera. Tað tænir ikki málinum.

Landsstýrismaðurin í innlendismálum eigur at kenna týdningin av at leggja gjald á partar av landinum um virkast skal á jøvnum føti. Um tveir mánaðir skulu vit á val um kommunusamanlegging.

Ætlanin er, at tað skulu verða 7 økir (kommunur), sum í framtíðini skulu taka sær av eldraøkinum, skúlaøkinum, pensjónsreformi, fyri at nevna nøkur.

Fyri komandi kommunustýrini kann hetta blíva ein spennandi tíð við stórum avbjóðingum, og ikki minst ein kapping ímillum kommunur, bæði tá tað kemur til tænastur til borgara og vinnulív.

Men við einum bummgjaldi hevur man avlagað kappingina ímillum økir, bæði hvat borgarum og vinnulívi viðvíkur.

Sandoyarfólki skal verða unt ein tunnil. Um hetta kann gjøgnumførast við samhaldsfestni ímillum allar føroyingar er tann brennandi spurningurin.

Eivin H. Jacobsen

tingmaður Sambandsfloksins