Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tunnilsfundur á Svangaskarði

Hósdagin hin 13. november 2014 skipaði Samhald, sum er veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, fyri almennum fundi á Svangaskarði, har kunnað varð um verkætlanirnar at byggja Eysturoyar- og Sandoyartunlarnir.

Nú almenna tunnilsfelagið P/F Eystur- og Sandoyartunlar er sett á stovn, og nevnd og stjórn eru mannað, var heilt náttúrligt at hava fundin á Svangaskarði, har verkætlanin um Eysturoyartunnilin byrjaði fyri umleið 12 árum síðani. Upprunaverkætlanin hevur ment seg frá einari privatari verkætlan til eina almenna verkætlan, sum nú eisini fevnir um Sandoyartunnilin.

Áhugin fyri tunnilsfundinum var stórur, og millum 80-90 fólk frá ymiskum støðum í økinum og landinum vóru á fundi. Kórið úr Undirhúsinum á Toftum luttók eisini við sínum frálíka sangi, aftaná at Alfred Olsen hevði bjóðað vælkomin.

Bergur Poulsen, nevndarformaður greiddi síðan frá verkætlanini og uppgávunum fyri framman. Felagið hevði keypt tilfarið frá tí privata felagnum og komu at brúka hetta umframt at gera nýggjar bori- og seismiskar kanningar.

Linjuføringin, sum arbeitt verður út frá, er tann, sum er í løgtingslógini, so í løtuni arbeiðir felagið við at leggja tunnilin so ovarlaga sum gjørligt, fyri at hallið verður so lítið sum gjørligt við atliti til ferðslu, orkusparing, trygd, ventilatión og rakstur at pumpa vatn o.a.

Tíðarætlanin sær út til at halda í løtuni. Fyrireikingarnar eru farnar í gongd og seinni verður útbjóðingartilfarið gjørt klárt og verkætlanin bjóðað út. Hetta verður gjørt í 2014-15, soleiðis at arbeiðið uppá Eysturoyartunnilin kann byrja fyrra hálvár í 2016. Arbeiðið fer at taka 3 ár, so tunnilin verður alment tikin í nýtslu fyrru hálvu í 2019.

Arbeiðið at gera Sandoyartunnilin byrjar eftir ætlan í 2018 og her skulu eisini fleiri boringar og seismiskar kanningar gerast.

Bergur Poulsen greiddi frá sjálvum tunnilsarbeiðinum og teimum møguligu vansum, sum teir kundu koma at møta í arbeiðinum. Men felagið vil gera neyðugar forkanningar, so óvissan verður so lítil sum gjørligt, tá arbeiðið verður bjóðað út, tí alt annað líkað, vil hetta hava við sær, at tilboðini gerast so bílig sum gjørligt.

Bergur roknaði við, at arbeiðið kom at byrja í øllum trimum støðunum í senn (Runvík, Strendur og Sund), tí arbeiðstakarin vildi hava arbeiðið gjørt so skjótt sum gjørligt, og her er talan um eina stóra verkætlan.

Hann nevndi grótnøgdirnar, hvussu nógvir lastbilar komu at koyra o.a. og mælti kommununum til at koma á banan fyri at fáa fatur í grótinum. Hesum eru kommunurnar við Skálafjørðin áhugaðar í og spurdu, hvørjar treytirnar vórðu.

Bergur greiddi eisini frá, at felagið kannaði fíggingarmøguleikar og segði, at leiðslan hevði fingið fleiri fyrispurningar frá fíggingarfeløgum, sum vóru áhugaði í at fíggja samlaðu tunnilsverkætlanina. Hann segði, at tað serliga vóru evropeisk og skandinavisk feløg, sum vístu áhuga, so hann metti ikki, at tað kom at verða nakar trupulleiki at fáa fígging. Men hetta við fígging fær man fyrst greitt at vita, tá tilboðini fyriliggja, tí tá verða treytirnar settar, men teir vildu gera alt fyri at fáa tað bestu og bíligastu fíggingina.

Síðani vórðu spurningar settir viðvíkjandi sjálvum Eysturoyartunlinum, hvar portalarnir komu at vera, hvar íbindingarnar í landsvegin komu at vera, hvussu ferðslan í tí 3 sporaða tunlinum kom at vera, hvørjir limirnir í nevndini vóru o.a. Bergur svaraði settu spurningum so gott sum hann var førur fyri og endaði við, at siga, at tunnilsverkætlanin var byrjað og ætlanin var at fylgja tíðarætlanini so neyvt sum gjørligt.

Takkað verður fyri ein góðan og gevandi fund á Svangaskarði.

Samhald