Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd frá Hvannrók v/ Vagnur Michelsen

Tunnilsætlan í Havn: Grótið er morlut

Fyrstu fer lagt út, 18. februar 2017, kl. 10:24:  Nú broytir Havnar kommuna ætlan, og arbeiðir við at gera tunnil í samband við innkomuvegin frá Eysturroyartunnlinum, men hetta kann bæði vera vandamikið, og so sera kostnaðar mikið.

Dan Klein, journalistur, greinar støðuna:

Jóannes Rasmussen, jarðfrøðingur, sum skrivaði fleiri bøkur, skal hava sagt um grótið í Suðurstreymi, at tað er ikki egnað til tunnilsgerð.

Orsøkin segðist hann hava sagt vera, at grótið var ov morlut, og tað vísir seg ikki onki at vera í hesum heldur.

Havnar kommuna breyt grót í einum holið við Oyggjarvegin í Havn. Har var støðan tann, sum jarðfrøðingurin hevði ávarað í móti.

Havnar kommuna royndi síðani, at bora longur inn í fjallið, fyri at vita um tað ikki bleiv betri og meira stabilt. Men støðan gjørdist ikki betur; grótið var morlut, og datt úr loftinum.

Endin var, at Havnar kommuna setti jarn-gittar fyri holið, sum bara verður brúkt til goymslu við sjálvan munnan.

Tað er ongin loyna, at Katrin Dahl, eigur stóran part av jørðini, har ætlanin er at gera innkomuvegin, og at togan hevur verið um spurningin.

Verður tunnil gjørdur, so má holið fóðrast við betong, alt sum tað er, tí annars smokkar alt niður.

Undarligt, at tað hevur verið so "músa" stilt um leysa grótið í Suðurstreymi.

Góðan arbeiðshug til Havnar kommunu, sum ikki hevur lært nakað sum helst, og tað eru tað fleiri onnur, sum heldur ikki hava.