Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tunnilin til Sandoyar- ein náttúrlig útbygging og menning av einum vækstrarøki

Dan Klein --- 01.02.2013 - 08:26

Gott at sandoyartunnilin er komin á dagskránna aftur!

Undir sokallaðu CHE samgonguni varð grundleggjandi forarbeiði gjørt, og lunnar vórðu lagdir undir at fáa gongd á hesa útbygging, sum er bráneyðug fyri at tryggja oynni framhaldandi livimøguleikar. At núverandi samgonga tekur málið framaftur, tænir henni til rós og gevur vónir um eitt breitt samstarv í Løgtinginum um málið. Vit eiga at arbeiða skjótt og miðvíst fyri at finna fram til hvussu, hvar og nær og fáa til vega tryggar fíggingarmøguleikar.

Ein heildarætlan eigur at verða gjørt fyri alt suðurøki.

Miðflokkurin metir, og fer at virka fyri, at ta arbeiði, sum nú verður farið undir, verður ein heildarætlan fyri alt suðurøkið. Tað merkir, at samstundis sum arbeitt verður við undirsjóartunlinum til Sandoynna, eiga vit at leggja ætlanir fyri eina nýggja farleið til Suðuroynna, sum heilt náttúrligt má verða framhald av sandoyartunlinum. Framtíðarætlanin eigur at fevna um nýggja ferjulegu í Hvalba, nýggjan tunnil millum Hvalba og Trongisvág og hóskandi ferjusamband millum Hvalba og Sand.

Vøkstur heldur enn sparing.

Undir valstríðnum varð breið semja um, at høvuðsleiðin úr kreppuni er ikki sparing, men økt framleiðsla. Júst hetta hava vit longu sæð, m.a. í Suðri, har nýtt virksemi blómar á Tvøroyri, kraftdeplilin í Hvalba er ein varandi fyrimynd, og nýhugsanir hjá nýggja býráðnum í Vági eru bæði djarvar og spennandi. Ein landsíløga í betri samferðslu til suðurøkið vil virka við til at bjarga oyggjunum báðum og flyta tær longur fram á leið.

Jenis av Rana

Formaður Miðfloksins