Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tunnil til Fugloynna - “ÁTJAN OYGGJAR! - LIV OG DOYGGJ HAR!”

Samband - Fugloy, Svínoy, Havn og Hvannasund.

Tá hugt er eftir Norðoyum og vídd sæst at Fugloy og Svínoy eru 38,6 ferkilometrar.  Roknaðar saman eru tær triðstørsta øki í Norðoyum við 16 prosentum. Størri enn Kalsoy og Kunoy og næstan eins víðt og Viðoy.

Norðoyar eru 241 ferkilometrar, ella  17,2 % av landinum, við sløkum 12 % av íbúgvum.

Fugloy og Svínoy  eru sløk trý prosent av okkara lítla deiliga landi. Hesar oyggjar bera eini 2000 áseyðir. Nógvur fuglur var, og kemur væntandi aftur. Fyrr var útróður munandi vinna. Fiskur fekst um teir sluppu frá landi.

Har hava búð fleiri hundrað fólk tá mest var.

Nú sær út eins og ferðavinna kann fara at geva nakað. Ikki minst nú aftaná at Anders  Lund Madsen hevur fingið Hattarvík á heimskortið í Danmark.   

VIT  KUNNU MEGNA AT KNÝTA ØKI FASTARI AT FØROYUM!
Sum samfelagið er vorðið, er alt ein spurningur um tryggar og góðar ferðsluleiðir.

Tí er helst einasti møguleiki fyri hesar oyggjar at  fáa betri samband. Og tað kann gerast fyri  eini 150 miljónir um rætt verður  farið fram.

Tað ljóðar ikki so nógv í mun til miljardirnar ið rulla í meginøkinum.

HVUSSU?
Tað snýr seg um tríggjar verkætlanir:

Vegur av Eiðinum og yvir í Havn

Ferjulega og lending í Havn, sum er einasta kyrra pláss í Svínoy og Fugloy.  Møguliga kundi útróðurin vakna aftur um góð havn er.

Tunnil  Svínoy  -  Fugloy.

Um tunnilin verður gjørdur samstundis so liggur væl fyri at brúka tunnilstilfar til vegirnar.

Sjálvandi  má ein ferja sigla úr Sundi og út í Havn.

So koma Svínoy og Fugloy  at vera javnstillaðar við Kalsoy.

SAMHALDSFESTI  OG  FÍGGING
Vit hava ikki ráð til at geva upp so stóran part av lítla landi okkara. Tað verður neyvan góðtikið av eftirkomarum.

Meðan hetta verður skrivað eru lívgandi tíðindir í miðlunum. Hugskotið er at framskunda tunlar Norður um Fjall soleiðis at bummgjaldið í Norðoyatunlinum  tekur lut í gjalding, heldur enn at gjaldið fer í “Stórapott”.

Gott hugskot hjá Jákupi Mikkelsen!

  Vit eiga at víðka hugskotið til at allir undirsjóvartunlar verða lagdir í eitt felag, sum kann fíggja eitt nú Fugloyartunnil,  íbinding til Hest og aðrar kanska.

Vit hava fordømir um munandi samhaldsfastar loysnir. Eitt nú SEV har alt landið skuldi knýtast saman, og fyri sama kostna.

Lutafelagið Mjólkarvirki Búnaðarmanna  gjørdi tað sama. Samhaldsfesti!

Í mun til miljardaupphæddir so er hetta, sum ein góður maður segði: “Piparnøtir”.

Vónandi verður hetta framt.

E.S.  Yvirskrivtin er lænt frá “Swanga”

Hanus Vang

---

Tunnil til Fugloynna

Sum sæst her á síðuni, so hevur Hanus Vang gjørt eitt stórt projekt um samferðslu í Norðoyggjum. Ikki kann sigast annað enn at uppskot Hanusar er áhugavert, tí sjálvt um hann hevur undirsjóvartunlar í Kalsoynna úr Borðoy, úr Viðoy í Svínoynna og úr Svínoynni í Fugloynna, so heldur hann, at byrjast skal í øðrum endanum og skjýtur upp at byrjað verður við Fugloyartunlinum.

Onnur uppskot eru eisini frá øðrum síðum. Vit hava nú leingið hoyrt um ein rennistrong, sum skal gerast úr Viðoynni í Svínoynna.

Sambært grein, ið Heini Olsen, verkfrøðingur skrivaði í Sosialinum í 2005, so hevði Mikkjal Helmsdal, sáli og fyrrverandi landsverkfrøðingur longu í 1987 eina framløgu, Kanska meira sum “skemt” tá. Men hugsjónarmaðurin Heini Olsen sleppur tó ikki tankanum hjá Mikkjali, men fylgir honum og tosar um tunnilin í Svínoynna. Millum annað sigur Heini í greinini  í 2005: “Tá nýggi tunnilin millum Strond og Norðdepli er gjørdur, verður bert eitt lítið 10 minuttirs hanagleiv úr Svínoy til Klaksvíkar”.

Lítið er at ivast í, at tá vit skulu stremba eftir at knýta allar okkara oyggjar so fastar til okkara meginland sum gjørligt, so eru tað hesum “10 minuttirs hanagleivi” hjá Heina Olsen, sum í seinasta enda er tað rættasta at fara eftir.

Og møguleikarnir eru stórir í Svínoynni: Uttangarðs liggja einar 2.730.000 fermetrar av brúkbarum byggilendi undir 100 metra hædd, svarandi til einar 4-5000 byggigrundir á 600 fermetrar, tá vegir o.a. er íroknað. Av hesum liggja tær 400 Fyri Eystan, sigur Heini víðari og hann heldur áfram: Ein bý afturat fleiri ferðir størri enn Klaksvíkin mátti verið hugaligt at fingið upp í kommununa.

Her er talan um tríggjar ymiskar loysnir, rennistrongur er ein, at byrja undirsjóvartunnil til Svínoyar er ein og so seinasta uppskotið, uppskotið hjá Hanusi Vang, har hann skjýtur upp at vit í eini langtíðarætlan knýta Viðoynna, Svínoynna og Kalsoynna til føroyska meginøkið við undirsjóvartunlum, men at vit byrja við fugloyartunlinum og ferjulegu yviri í Havn á Svínoynni.

Norðlýsið hevur tosað við fleiri um tunlar og undirsjóvartunlar í Norðoyggjum, men fáur vil leggja navn til. Orsøkin er einamest at fólk føla at eitthvørt kílakent er sett niður ímillum norðoyingar, við tað, at okkara landsstýrismaður í samferðslumálum hevur hug at knýta bummgjald í Norðoyatunlinum saman við nýggjum tunlum norður um fjall, og tað smakkar ikki øllum í Klaksvík serliga væl. Vinnan serliga, heldur tað vera kappingar avlagandi, at vit framhaldandi skulu gjalda tunnilsgjald í allar ævir.

Tá vit spyrja um rennistrong, til Svínoyar, verður hildið, at tað er ein loysn, sum vit kunnu liva við, til tunnil verður gjørdur, men hildið verður ikki at ein rennistrongur verður nóg mennandi fyri lokalsamfelagið.

Vit hava sjávandi ikki ráð at gera alt í senn, men at knýta útoyggjarnar í Føroyum til meginøkið, eigur at hava stóran prioritet, tá løgtingið leggur fíggjarætlan. Máli eigur at vera, at vit brúka alt landið og Svínoynna við sínum veldiga lendi hava vit ikki ráð at gloyma.

Oliver Joensen