Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tú stemmar – Tarira syngur

- Øðrvísi kórkonsert í Østrøm.

Kamarkórið Tarira, undir leiðslu av Sunleif Rasmussen, skipar fyri eini øðrvísi kórkonsert, har áhoyrarin fær høvi at seta sín dám á konsertskránna. Konsertin verður á gomlu sementfabrikkini hjá Østrøm mikukvøldið 10. oktober kl. 19.30. Atgongumerki fáast við dyrnar. Kom við og set tín dám á kvøldið saman við okkum.

Helvtin av konsertini verður tó sum konsertir flest, har kórið syngur burtur úr skránni, sum er gjørd til konsertferðina til Onglands í døgunum 13. – 21. oktober.

Men hin helvtin verður skipað sum eitt slag av uppboði, har áhoyrarafjøldin fær møguleika at bjóða uppá eina røð av sangum; tveir sangir kappast um at fáa flest stemmur og tann sangurin, ið fær flestar stemmir og harvið krónur, verður síðani framførdur. Tað verður eingin mætari enn Tobbi (Torbjørn Jacobsen, um nakar ivast), sum kemur at leggja lag á.

Kórið lovar, at sangirnir á valskránni eru kendar føroyskar kórperlur. Fyri at tryggja, at júst tínir yndissangir verða framførdir verður mælt til at taka nakrar eyka tíggjukrónur við at leggja í vágskálina.

Afturfyri bjóðar kórið okkurt leskiligt og gott undir góman í steðginum og hartil verða fleiri spennandi vinningar trektir millum øll seld atgongumerki. Høvuðsvinningurin er tvey atgongumerki til nógv eftirspurdu Nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri umframt gisting og mat á Hotel Føroyum leygarakvøldið 5. januar 2013.