Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

-Tú er tað, tú gert

Ein, ið fiskar, er fiskimaður. Ein. ið bóndast, er bóndi Ein, ið lærir børn og ung. er lærari, meðan ein, ið prædikar er prædikantur. So far so good, tí nú koma vit til agitatiónsapukattasirkusið, har ymiskir flokkar bjóða seg fram at stýra landi og fólki, men har eingin kann líta á politisku útsagnirnarn, tí orð eru takksom, meðan gerðirnar avdúka. Tú ert tað, tú gert......................

Hvussu er agnið, sum kandidatarnir borðreiða vtð? Vit vita av royndum, at mong lyftir frá vinstru og eins væl frá høgru, er køld luft og vindfrikadellir, orðaskvaldur við rokfylgtum botnleysum spannum, sum við gykli og ´Lít á meg, eg skal gera allar tínar dreymar til veruleika, áðrenn árið er liðugtv Lít á meg Lítið á meg. Kanna vit støðuna eftir hálvum til vieinum heilum árið, so kunnu vit síggja, at vit als ikki áttu at verið gingin aftaná, men kanska heldur í bólkum kundu havt analyserað hin einstaka floksins grundarlag við eftirfylgjandi sakligum kritikki av orðum og gerningum.

Sum er hava vit eitt triðjarangs apukattasirkus við búktalarum og nakað av undirhaldi, ið klovnirnar standa fyri. Einasta góða er, at vit ikki enn skulu gjalda fyri seansurnar.Men tað mann fara at koma.

Men tað var nakað nógv meira álvarsamt, sum eg vildi við yvirskriftini: Tú ert tað, tú gert, tí i hesum høpi snýr tað seg um lív ella deyð, og ikki tann deyða, sum vit óttast, men um tann endaliga deyðan, tá Guð lukkar niður fyri øllum jarðarlívi og deyða, og hansara børn við honum fara innar í Hansara ríki. Meðan tey, mongu, ið einans livdu fyri seg og sítt, livdu eitt egoistiskt og kærleiksleyst lív, at hesu mongu vera tileinkisgjørd og gloymt verður, Tey nakrantíð hava liva, tey valdu breiða vegin við opnum eygum og við kunnleika til fylgjurnar. Tey kundu eins og vit valt smala vegin Ríki, hvar tey . Eins og vit – kundi verið í allar ævir syngjandi honum lov og prís og tøkk. Vit skulu ikki leggja ábyrgdina á onnur, Tí einans vit – hvør einstakur ger av um gangast skal á smalu ella breiðu gøtu. Guð tvingar ongan, at ganga á tí smølu gøtuni, tí hann hevur ongan sum helst áhuga í at hava trælir í sínum ríki, og tú hevur valmøguleikan. Vel Gud ella Heimin við Heimsins fyrsta, ið annars hevur sitt valcirkus, eins og okkara politikkarar, Einaferð bjóðaði hann Jesusi allan Heimim, um hann vildi tilbiðja seg. Mundu allir okkara politikkarar svarað, sum Jesus gjørdi: Vík frá mær Satan...........................

Annars kemur grundsjónarmiði einamest fram, tá Jesus greiður frá hægsta boði:

Tú skalt elska Guð tín, av øllum hjarta, huga og 

sinni.................................................. Men har er eitt annað boð, ið er eins høgt, og tað er: Tú skalt elska næstan sum sjálvan **teg................................... og hann sigur,, at kærleiksboðinini er alt. ið vit eiga at liva eftir, ella sum vit skulu royna at liva eftir

Kærleiksboðini skulu skiljast soleiðis:

Alt, ið vit hava fingið, hava vit fingið fyri onki frá okkara himmalska faðiri. Skuldu vit goldið fyri gávuna, so skuldi fleiri milliardir á borðið (fyri eygu, oyru, harta og annars alt, ið hevur fylt við kroppinum – inblástan lívsins anda fyri alt til mat +a sjógvi og landim ilt osfr,. Osfr,,.

Men tað vísir seg, at mong heldur velja Heimin, meðan Guðs ríki fær fótin. Summi vilja hava bæði, men sum skrivað stendur: Eg tók teg í munnin. Men av tí, at tú hvørki var heitur ella kaldur, spýtti eg teg útaftur. So vita vit tað.

Og í Faðir Vár stendur m.a: Og fyrigev okkum syndir okkara, (og so kemur ta) so sum vit eisini fyrgeva teimum ímóti okkum synda. Tað er also ikki bara bara soleiðis at fáa syndanna fyrigeving. Vit hava eisini skyldu til at fyrigeva teimum ímóti okkum synda-

Annars vísa kærleiksfullu stórfingnu gávurnar til, at einoghvør, ið ber kærleika í sær, í tskksemi til faðirin uttan nakað sum helst vil vísa næstanum ið hevur sama faðir, kærleika/næstakærleika./

Dagfinnur Danbjørg
10. august 2015