Trýr ikki sínum egna dómi
ODDAGREIN:
Tað má tykjast, sum eitt serligt paradoks, at ákæruvaldið - uttan nakað prógv, fær viðhald í rættinum um, at kroatin hevur dripið Pidda, og at drápið hevur verið tilætlað og fyrireikað leingi, tó at onki lík er, og DNA-prógv, sum tykjast at peika burtur frá kroatanum, mugu ikki koma fram alment.
Tað gerst sera løgið, at ákærin - aftaná, at kroatin er dømdur sekur, fær eitt tilboð frá ákæruvaldinum, sum sigur, at viðgongur kroatin seg sekan, og sigur hvar Piddi er blivin av, so vil hetta útloysa eina minni revsing.
Tá so kroatin sigur, at hann er sekur í at hava beint fyri líkinum, so svarar Linde Hasselberg, at ákæruvaldið als ikki trýr tí dømda, sjálvt um Einglapressan hevur gorra um geilar, at maðurin hevur játtað seg sekan. Hetta er eitt so undarligt og stórt paradoks, sum sjálvt Sigmund Freud, vildi havt serliga ilt við at greina.
Hvat hevur maðurin játta seg sekan í? Neyvan, at hann hevur dripið Pidda, tí hví skal ákæruvaldið ikki trúgva hesum pástandinum, tá hesin veruleiki júst liggur til grund fyri 14 ára fongsuls-dóminum?
Helst er orsøkin, at kroatin als ikki hevur játtað seg sekan í øðrum, enn at burturbeina líkinum, meðan onnur hava tikið sær av drápinum, sum bara skulu verjast av ákæruvaldinum, sum ongantíð hevur viljað lýst ella greinað prógvini. Men tað hevur heldur ongin kravt av ákæruvaldinum.
Trupulleikin hjá ákæruvaldinum er eisini, at 11 vitnir eru avíst av rættinum, sum lygnarar, tá tey hava sagt, at tey hava sæð Pidda leygardagin 4., og sunnudagin 5. november 2011.
Hetta merkir vanliga, at tey - skulu vit ganga eftir siðvenju fyri slíkum, standa til ein dóm uppá 60 dagar í fongsul, fyri at hava logið í rættinum.
Hetta er taksturin, tá onnur lúgva fyri rættinum. Men tað verður torført at fáa dóm yvir hesi vitnini, tí tað setir bara størri fokus á dómin, sum hvørki so ella so hongur saman.
Men hetta var so enn eitt justitsmorð. Vit hava øll fríkst í minninum, at sami ákærin falsaði prógv í móti Jóannes í Dali, og fekk hann varðhaldsfongslaðan. Hon bleiv tó avdúkað, og mátti lata mannin leysan.
Eisini stóð sami ákærin fyri, at búra nólsoying inni, sum bleiv dømdur 3 mánaðar í fongsul - eisini uppá fals fyri neyðtøku, hann ikki hevði framt, og nú trýr hon so heldur ikki sínum egna dómi. Man ein mentalkanning ikki vera tiltrongd?!
Interpol eftir lýsir Pidda
Kanska vónar ákæruvaldið hjá Linde Hesselberg, at fáa hjálp frá Ghost Busters, sum síðani má leita Pidda upp, sum lík onkustaðnar á knøttinum.
Tað er í hvussu so er ikki einki, at dripin persónur verður eftirlýstur av Interpol. Tá má sigast, at kongaliga danska ákæruvaldið, tekur uppgávuna sera álvarsamt.
Trýst á leinkjuna, áðrenn ákæruvaldið slettar Interpol boðini um Pidda:
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Keypið blaðið á netinum:
Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html
Teknað hald fyri bert kr 150,00 um kvartali: