Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mikudagin 10. august er aftur Open stage/Open mic, og hendan hesaferð verður yrkjarin Trygvi Danielsen við sum serligur gestur.

Trygvi Danielsen er limur í bólkinum The Absent Silver King, og gav hann í 2013 út yrkinga- og stuttsøgusavn. Í 2013 fekk hann Virðisløn til ungt listafólk frá Mentamálaráðnum.

Tiltakið er fyri øll tey, ið vilja sleppa at frambera tað fyri øðrum. Hetta er fyri eitt nú sangskrivarar, yrkjarar, søgu sigarar og skemtarar til at framføra egið tilfar, nýtt eins væl og gamalt. Tiltakið er ætlað at vera ein ein kreativur verkstaður har høvi er til at royna nýggj hugskot í einum umhvørvi saman við samhugaðum listafólki.

Skráin er hendan:

19:30: Tilmelding
20:00 – 20:30: Trygvi Danielsen
20:30 – 20:45: MonkeyRat Duo
20:45 – 22:30: Open Stage/Open Mic

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, eisini tey, ið bara vilja lurta og hyggja.