Tryggja tær bátapláss til Bátafestivalin á Toftum
Vit hava fingið nógvar bátatilmeldingar, men enn eru nøkur pláss eftir.
Bátatilmelding til ársins fyrsta bátafestival, ið verður á Toftum leygardagin 7. mai.
Umráðandi er hjá bátaeigarum, sum kundu hugsað sær at luttaka, at tryggja sær eitt bátapláss undir festivalinum.
Í ár er eitt talgilt tilmeldingarskjal, ið skal útfyllast. Niðanfyri er ein leinkja, ið tit trýsta á, síðan verða tit leidd inn á eitt skjal, ið tit útfylla fyri at melda tykkara bát til.
https://forms.office.com/r/CQQFetwuDf
Seinasta freist at tryggja sær eitt bátapláss er týsdagin 3. mai.
Vit gleða okkum at síggja nógvar manningar og bátar á Toftum 7. mai.
Bátafestivalurin á Toftum