Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tryggingin má blíva betur

Føroya Fiskimannafelag:

Sum støðan er nú, eru tað fleiri, sum mekja sviðan av, at tryggingin ikki er nøktandi. Tað eru eisini fleiri, ið meina, at tryggingin ikki er áhuga í at hjálpa fólki, tá tey koma at krevja sín rætt.

So eru tað tey, ið siga, at tryggingin beinleiðis mótarbeiðir fólki, sum hava rætt til útgjald. Vit kunnu í øllum føri staðfesta, at tryggingin ikki virkar sum skal.

Tað er eisini staðfest, at tað er sera ivasamt, um tryggingin røkir sína skyldu. Kann tað vera rætt, at Vanlukkutryggingarráðið blívur við at biðja um prógv, fyri tí sama skaðanum, upp í fleiri ferðir frá læknanum? Er hetta ikki bara fyri, at møða tann skadda, so hann ikki orkar ella er førur fyri at krevja sín rætt?

Tað má vera eitt krav, at tá ein teknar eina trygging, so ein eisini kunna líta á, at hann hevur eina trygging. Tað nyttar onki, at ein hevur eina trygging á einum skjali, tá ikki hon virkar í verki. Hvat ætlar Løgtingið at gera við tað?

Løgtingið eigur at fara beinleiðis inn, so at borgarin blívur tryggjaður sum hann skal. Vit kunnu ikki góðtaka, at almenn ogn verður søpla burtur til hópin av váðaverkum, sum hevur verið ein dyggur smeitur fyri tryggingartakaran.

Fyri at siga tað sum tað er, so er tað nógv fyri, at fólk eru noydd at fara út úr teirra húsum, bara tí tryggingin ikki tekur við, tá tey eru óarbeiðsfør. Tað kann ikki góðtakast, at fólk blíva tveitt út á gøtuna, bara tí tey hava fingið ein skaða.

Tryggingar, sum virka í Føroyum, skulu nøkta tørvin.