Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tryggingin er bara eitt dýrkandi millumlið

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, leggur ikki fingrarnar í millum. Hann heldur ikki, at hansara limir fáa nakað burturúr at verað tryggjaðir fyri havarí, tá ið tað er tryggingin, sum er sloppin at tulka hvat hon sjálv vil gjalda út. Hetta er komin siðvenja í, tí undanmaðurin hjá Jan Højgaard, Óli Jacobsen, hevði gjørt munnliga avtalu við tryggingina um hvat skuldi vera galdandi. Hetta svíður nú eisini hjá manningini á Venus, sigur Sámal á Vágalið, og tað viðgongur formaðurin, sum tí umhugsar at leita aðrar leiðir at tryggja limirnar.

Tryggingarsamband Føroya, hevur notið væl av monopolstøðuni, sum politiska skipanin hevur tryggjað samtakinum. Tryggingartakarar føla seg sleptar upp á fjall, og í nógvum førum verða røttu endurgjørldini fyri skaðar ikki goldin, tí tryggingin hevur eina heilt aðra meting av einum skaða, og skaðaupphæddini, sum skal betalast. Tryggingartakarar eru sera sjáldan nøgdir við upphæddina, samtakið betalir út, tí umvælingin aloftast kostar nógv meira.

Í samband við Venus, mátti manningin í land, tí skipið skuldi hava ábøtur í samband við havarí. Sámal á Vágalið, sigur, at útrokningarnar m.a. vísa, at manningin eigur kr. 500,00 um dagin við havarí – í hesum førinum eigur manningin kr. 36.000,00, men tryggingin vil ikki gjalda meira út enn kr. 15.000,00, og her er støðan løst fast.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, er samdur við liminum um útrokningarháttin, og at manningin eigur meira enn tryggingin vil gjalda út, men hann váttar eisini tað, sum Sámal í Vágalið, sigur, at helst er ein siðvenja skapt meðan Óli Jacobsen, var formaður, og hetta forðar manningunum at fáa maksimalt burturúr havarí-tryggingini.

Formaðurin í FF váttar, at málið um Havarí-peningin liggur hjá sakførara, men hann veit ikki hvat hetta endar við.

Tá tryggingin í Føroyum bara verður mett, sum eitt dýrkandi millumlið, skal hetta heilt víst skapa botn fyri at kapping fyrr ella seinni, kemur uttanífrá.

Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.

---

Og visti tú, at Danlæknin er at finna í blaðnum

Keypið blaðið á netinum:

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

 

Add to Cart