Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tryggingarágóðin byrjaði í fyrru helvt av 90´unum, tá tilvitanin, um at ansa sær, byrjaði!

- eg fegnist um gongdina, tí eg vildi fáa boðskapin um at ansa sær, at verða góðan fyri borgaran og tryggingarfelagið!

Tað er gleðiligt, at bæði tryggingarfeløgini nú síggja týdningin av teirri miðvísu herferðini, sum vit byrjaðu – afturi í fyrru helvt av 90´unum.

Tá eg varð settur sølu- og marknaðarleiðari á Føroya Brunatrygging, sá eg beinanvegin, at tað var rættiliga nógv, sum manglaði, tá tað snúi seg um, at fáa húskini og borgaran at hugsa um atferðina og hvussu ein kann fyribyrgja skaða.

Byrjanin varð ein faldari, sum eg fann í húsinum og fekk umsettan og sendan út til hvørt húski í Føroyum.

Síðani varð eitt miðvíst arbeiði gjørt, har tað, til dømis, bleiv gjørt nakað við, at siga húskjunum, hvussu nógv tað hevur at siga, at øll fáa sær roykvarnarar og aðra útgerð, so sleppast kundi undan stórum sorgarleikum.

F-dagarnir

Tað varð eisini sett gongd á eitt breitt fyribyrgingararbeiði, tá Jón Kragesteen kom til mín og vildi hava stuðul til eitt breitt arbeiði, har øll innan fyribyrgingararbeiðið tóku saman hendur.

Hetta kom so til, at vit ØLL skipaðu okkum í eitt átak – nevnt F-dagarnir – har vit báðir og Poul Jákup Thomsen settu okkum í leiðsluna fyri, at hvør einasti næmingur í Føroyum skuldi fáa frálæru innan fyribyrging og hvussu sleppast kundi undan skaða.

Á hvørjum ári varð sett okkurt á skrá, har boðskapurin um fyribyrging skuldi gerast sjónligur.

Tað var ikki so nógva tankin tá, men eg trúgvi, at tað varð sett okkurt ígongd, sum tryggingarfeløgini nú eisini fáa ágóðan av.

Eg fegnist um gongdina og at fleiri hava tikið hetta til sín!

Ansið tykkum!

Vinarliga

Fríðálvur Jensen