Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tryggast at føða á Landssjúkrahúsinum

Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi nr. 90/2014 eftir § 52a í tingskipanini um føðistovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, frá Reimund Langgaard, løgtingsmanni

Í svarinum verður upplýst, at tá ið landsstýrismaðurin í 2013 fráboðaði avgerðina um, at hann ikki metti, at tað var ráðiligt at stongja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsið, varð samstundis fráboðað, at tað fakliga neyvan er nakar ivi um, at tað er tryggast, at allar føðingar fara fram á Landssjúkrahúsinum, tí ongin obstetikari/føðilækni, barnalækni ella narkosulækni eru regluliga á Suðuroyar Sjúkrahúsið.

Um tað verður víst til Suðuroyar Sjúkrahús er vert at nevna, at tað ikki er satt, tá ført verður fram, at hvørki narkosulækni ella kirurgur eru fast knýttir at sjúkrahúsinum. Kirurgur er altíð á sjúkrahúsinum, meðan narkosulækni er av og á – samstundis sum sjúkrahúsið altíð hevur tveir royndar narkosu sjúkrarøktarfrøðingar í vakt. 

Tá barnakona fer til kommunulækna fyrstu ferð, greiðir hesin henni frá, at hon hevur rætt til at velja sjálv, um hon ynskir at eiga heima, á Suðuroyar Sjúkrahúsi ella á Landssjúkrahúsinum. Eisini verður hon kunnað um fyrimunir og vansar í hesum sambandi.

Í 20. viku í viðgongutíðini fara allar barnakonur, sum eru búsitandi í Suðuroynni, á Landssjúkrahúsið til ultraljóðskanning. Har fáa tær tilráðingar frá serkunnleikanum, t.e. føðilæknunum á Landssjúkrahúsinum, um hvar tað verður mett best at eiga hjá tí einstøku barnakonuni.

Tann sera neyva visitasjónin, sum hevur verið seinastu 6 árini, er beinleiðis orsøk til, at burðartalið á Suðuroyar Sjúkrahúsið seinastu árini er fallið so ógvusligt. 

At talan er um “falskan tryggleika” á smáu sjúkahúsunum eru tað helst fleiri ymiskar meiningar um. Tað er satt, at tey størru sjúkrahúsini hava fleiri fakbólkar á vakt, og tí hava eina breiðari tilbúgving til at handfara akuttar skaðar og sjúku. 

Um Suðuroyggin verður tikin sum dømi, so er talan um eina oyggj, sum hevur eina stóra fjarstøðu til meginøkið, og har tað ikki altíð er flúgvandi ella siglandi, serliga um veturin. Sjúkrahúsið hevur tí stóran týdning fyri oynna, eisini í mun til teir akuttu tilburðirnar, men samstundis hevur tað týdning, at tað á sjúkrahúsinum framhaldandi verður gjørd ein neyv visitasjón, soleiðis at sjúklingar koma á rætt viðgerðarstað skjótast gjørligt.

Eftir tilmæli frá sjúkrahúsleiðsluni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsið verður niðurløgd frá 1. januar 2016.

Reimund Langgaard, løgtingsmaður, er nøgdur við svarið frá landsstýrismanninum og vónar, at føðiumstøðurnar nú verða lagdar í fastar og tryggar karmar.

Les svarið frá landsstýrismanninum - her: 
http://samband.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2fSkj%26oslash%3bl+til+leinkir+pdf%2f2015.05.31+Svar+til+skrivligan+fyrispurning+um+Leirv%26iacute%3bkstunnilin_+fr%26aacute%3b+Reimundi+Langgaard.pdf

 ....

Sambandsflokkurin