Tryggari internetdagur
Tíðindaskriv: Dagurin í dag er altjóða Tryggari internetdagur. Dagurin verður hildin í yvir 70 londum kring heimim, og tað er felagsskapurin Insafe, ið stendur aftanfyri hugskotið til dagin. Hetta er triðja árið á rað, at Dátueftirlitið heldur dagin í Føroyum.
Endamálið við degnum er á ymiskan hátt at varpa ljós á tryggari internetnýtslu við serligum denti á internetnýtsluna hjá børnum og ungum. Í ár er tema’ið fyri degnum “Connecting generations and educating each other” har allir internetbrúkarar, ung sum gomul, verða eggjað til at granska tann talgilda heimin saman á ein tryggan hátt.
Dátueftirlitið verður í hesum sambandi á Býarbókasavninum allan dagin, har nógv ymiskt verður á skránni.
Les skránna:
http://www.datueftirlitid.fo/Default.asp?sida=2942