Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tryggari havnaviðurskifti í Svínoy

HAVNAÁBØTUR: Ein verjugarður og betri trygdarútbúnaður hava bøtt um havnaviðurskiftini í Svínoy. Ábøturnar hava kostað 1,25 mió. krónur.

Saman við Klaksvíkar kommunu hevur Landsverk gjørt ymsar ábøtur við á havnalagnum við Eiðið, har onnur atløgubryggjan til ferðasambandið í Svínoy liggur, eins og ábøtur eru gjørdar við havnaløgini við bygdina.

Ein seks metur langur verjugarður er gjørdur úti í Glógvansurð, sum hevur til endamáls at verja uttasta partin á bryggjuni, har tað breyt og kundi gera bryggjuna rættiliga hála.

Dekkini á øllum trimum havnaløgunum í Svínoy – í Glógvansurð, í Víkini og við Eiðið – eru øll bøtt og slættaði við einum tunnum betonglagi omaná, har tað hevur verið neyðugt. Eisini er nýggj girðing gjørd fram við bryggjukantinum við Eiðið. Tilsamans er talan um góðar túsund fermetrar, sum ábøtur eru gjørdar á. Somuleiðis er bøtt um trygdarútbúnaðin við havnirnar.

Ábøturnar eru gjørdar sum eitt samstarv millum Landsverk og Klaksvíkar kommunu. Landsverk hevur havt verkætlanarleiðsluna um hendi, meðan tað eru arbeiðsfólk í Svínoy hjá kommununi, sum hava gjørt arbeiðið undir leiðslu av teknisku umsitingini hjá Klaksvíkar kommunu.

Umvælingin og ábøturnar hava kostað 1,25 mió. krónur. Arbeiðið er fíggjað av kontuni fyri stuðul til infrakervi á útoyggj, umframt av serligari kontu til havnina í Svínoy, sum Løgtingið hevur játtað pening til.