Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trygdin størsta avbjóðing í Suðuroyartunli

FARLEIÐ: Í kjalarvørrinum av almennu umrøðuni um møguligt fast samband til Suðuroyar ynskir Landsverk at koma við sínum íkasti til, hvørjar avbjóðingar vit standa yvirfyri, um farast skal undir eina so stóra verkætlan. Sæð í ljósinum av stóru avbjóðingini í sambandi við trygdina, mælir Landsverk til eina loysn, har tunnilin fer upp í Skúvoy og haðani víðari til Suðuroyar. 

Eitt møguligt fast samband til Suðuroyar er ikki longur ein fjarur tanki og er millum annað komin fram í samband við, at Smyril eldist í hvørjum. Tí skal innan alt ov nógv ár støða takast til, um ein nýggj ferja skal byggjast, ella farast skal undir at gera fast samband millum Sandoy og Suðuroy. 

Í umrøðuni av hesum spurningi hevur millum annað verið víst til seinastu samferðsluætlanina hjá Landsverki, “Samferðsluætlanin 2012-24”, sum kom út við árslok í 2012. Menningin gongur skjótt, og tí hevur Landsverk latið gera eitt notat til Samferðslumálaráðið um ein møguligan Suðuroyartunnil, har víst verður á, hvørjar fyrireikingar og kanningar eiga at verða gjørdar í hesum sambandi. 

Ein tunnil úr Sandoynni – eftir at Sandoyartunnilin er gjørdur – fer at broyta rættiliga nógv um sambandið til Suðuroyar og fer at merkja, at tað verður koyrandi til umleið 99 prosent av íbúgvunum í Føroyum. Tað verður tá umleið líka skjótt at koyra millum Havnina og Tvøroyri, sum tað í dag er millum Havnina og Klaksvík. 

Størsta avbjóðingin við tunlinum er langi teinurin, tí ein slíkur tunnil fer út um tær longdir, ið eru viðgjørdar í teimum vegleiðingum og trygdarásetingum, vit vanliga brúka.. 

Landsverk gjørdi í februar eitt notat um ein møguligan Suðuroyartunnil, og nøkur av hugskotunum um, hvussu trygdin kann betrast í tunlinum, verða viðgjørd í notatinum. Mælt verður tó til at lata serfrøðingar gera eina trygdarkanning. 

Ein annar týðandi spurningur er linjuføringin. Landsverk mælir til, at peningur verður játtaður til jarðfrøðiligar kanningar, sum fara at gera okkum betri før fyri at taka støðu til bestu linjuføringina og harvið fáa gjørt eina neyvari kostnaðarmeting. 

Notatið um fasta farleið til Suðuroyar undir heitinum “Suðuroyartunnil - Notat um innleiðandi fyrireiking” kann lesast á hesi leinkju: http://www.landsverk.fo/get.file?ID=10250