Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trygdarskeið innan bygging og anlegg

SKEIÐ: Ert tú byggiharri, ráðgevi, arkitektur, entreprisuleiðari, prosjektleiðari e.l. innan bygging og anlegg, og ynskir tú at vita meira um tín leiklut viðvíkjandi trygd (HTU) í verkætlanum, so er hetta eitt skeið fyri teg. 

Í døgunum 28., 29. og 30. apríl og 11. og 12. mai verður skeiðið “Arbejdsmiljøkoordinator i bygge og anlæg” hildið á Hotel Hafnia.

Kostnaðurin er kr. 7.500 fyri hvønn luttakara.

Tekna teg hjá Karinu Nattestad Nolsøe, HTU-samskipara á Landsverki, teldupost kano@lv.fo, tlf. 290 803. Tilmelding í seinasta lagi 13. apríl. Hevur tú spurningar, ert tú somuleiðis vælkomin at venda tær til sama kontaktpersón.