Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Trygdarskeið forðar rekruttering

Tað er upp á tíðina, at myndugleikarnir, í hesum føri Johan Dahl, vinnumálaráðharri, fara at endurskoða krøvini um útbúgving av sjófólki og gera undantak í krøvunum um trygdarskeið, tí sum krøvini eru nú, steðgar øll rekrutteringin til fiskiflotan upp.

Í dag er tað eitt ófrávíkiligt krav, at ein og hvør, sum mynstrar við einum fiskiskipi, hevur verið á góðkendum trygdarskeiði.

Eitt slíkt skeið kostar fleiri túsund krónur, og tað tekur 2-4 dagar at taka, alt eftir hvar tað verður tikið.

Tað er sjálvsagt, at hetta kravið fær nógv at setast aftur, sum annars fegin høvdu viljað roynt sjólívið. Tað er so javnan, at vit hoyra tey ungu siga, at tey fegin høvdu viljað sloppið til skips fyri at vita, um sjólívið er nakað fyri tey, um tað bara ikki var so nógv roks og dýrt at sleppa umborð.

Støðan í dag er hon, at miðalaldurin á manningunum umborð á teimum føroysku fiskiskipunum er støðugt vaksandi, og grammleikin at sleppa umborð er minkaður nógv, serliga hjá ungum fólki. Og tað gongst støðugt verri at finna avloysarar, um ein maður onkuntíð ætlar at taka sær ein frítúr.** Henda áheitanin á landsstýrismannin skal ikki misskiljast soleiðis, at eg vil slaka upp á trygdarkrøvini generelt umborð á føroysku fiskiskipunum. Tað er als ikki tað, talan er um, tí trygdin skal sjálvsagt raðfestast sera høgt.

Men tað fer neyvan nakað av trygdini, um eitt fólk í eini stórari skipsmanning onkuntíð sleppur at mynstra uttan at hava tikið trygdarskeið. Undantøk verða eisini gjørd frammanundan, eitt nú sleppa skúlanæmingar í starvsvenjing við fiskiskipum, uttan at tey verða kravd á trygdarskeið fyrst.

Tað snýr seg bara um at laga reglurnar soleiðis, at tað skal bera til at mynstra einar tvær-tríggjar ferðir við einum fiskiskipi, áðrenn kravið um trygdarskeið fær gildi.

Hetta eigur og skal bera til í eini fiskivinnutjóð sum okkara. Tað einasta, ið krevst, er, at Johan Dahl ger eina lítla broyting av kunngerðini, sum fyriskrivar reglurnar um trygdarskeið (kunngerð nr. 20 frá 22. apríl 2010 um sjóvinnubrøv og førleikakrøv til manning við skipum).

Axel Hansen

nevndarlimur i Føroya Fiskimannafelag